Patrik byrjar inni - Klæmint er á beinkinum í stórsteypadystinum

Verandi meistararnir, Breiðablik spæla stórsteypadyst móti verandi steypavinnarunum, Víkingi Reykjavík í kvøld

Í kvøld klokkan 20.30 føroyska tíð - klokkan 19.30 íslendska tíð - byrjar íslendska kappingarárið við stórsteypadystinum millum verandi meistararnar, Breiðablik og verandi steypavinnararnar, Víkingur Reykjavík.

 

Í Íslandi hevur vinnarin av stórsteypinum eitt so flott heitið sum: "Meistari meistaranna".

 

Av tí, at Breiðablik er verandi meistari verður dysturin leiktur á heimavøllinum hjá Breiðabliki í Kópavogi.

 

Patrik Johannesen, ið hevur staðið seg væl í kappingini um Lengjubikarið byrjar inni fyri Breiðablik. Klæmint A. Olsen er millum eykaleikararnar á beinkinum hjá Breiðabliki í kvøld.

 

So verður spennandi at síggja um Patrik og Klæmint vinna sítt fyrsta steyp í Íslandi í kvøld.

 

Víkingur Reykjavík verður framyvir liðið hjá Gunnari Vatnhamar.