Partrolararnir betri fiskiskap

Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, og í løtuni fáa partrolarapør nakað av fiski.

- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, og í løtuni fáa onkur partrolarapør nakað av fiski. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at lítið er at fáa av toski upp í upsaveiðini.

 

Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari er til umvælingar, og tríggir eru til fiskiskap. Møguliga koma tveir djúpvatnstrolarar inn at landa síðst í næstu viku.

 

Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, var eingin av smærru trolbátunum til fiskiskap. Tríggir vóru á sleipistøð.

 

- Ivasamt er, um nakað kemur frá hesum bátum í næstu viku. Onkrir av hesum bátum fer á landleiðina, tá hon letur upp í næstum.

 

Tvey garnaskip eru til fiskiskap, og fiskiskapurin er brúkiligur. Bæði garnaskipini landa síðst í næstu viku.