Partrolarar bróta túr av vegna veður

Í dag, nú líkindii eru so vánalig, liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, og sama er við teimum trimum garnaskipunum.

- Vegna vánalig veðurlíkindi eru fleiri partrolarapør komin inn at landa í dag. Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, men skipini fáa lítið av hjáveiði.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. 

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar tosk og hýsu og kemur inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Tveir fiska svarkalva og frysta fiskin umborð.

 

Í dag, nú líkindii eru so vánalig, liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju. Væntandi fara onkrir út aftur um vikuskiftið, og teir koma helst inn aftur at landa síðst í næstu viku. Trolbátarnir fáa mest av toski og hýsu.

 

- Øll trý garnaskipini liggja við bryggju, men fara út aftur, tá veðrið fer at batna. Øll garnaskipini fiska svartkalva og koma væntandi inn aftur at landa síðst í næstu viku, verður lagt aftrat.