Havn: Vit fara ikki á nakran hátt at eggja bilførarum til ólógliga parkering.
Men tað er kortini ein sannroynd, at báðir parkeringsvørðarnir í høvuðsstaðnum eisini eru raktir av verkbanninum, eftir sáttmálasamráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hetta merkir so aftur, at eingir vørðar eru, sum tryggja at bilarnir standa parkeraðir ta tíðina, teir hava loyvi til tess og á røttum básum.
Standa bilarnir tí longur enn loyvt er, er í veruleikanum eingin at skriva út bøtur fyri hesa ólógligu parkeringina.
Frágreiðing
Hinvegin so kann tað neyvan loysa seg at seta bilin frá sær á ólógligum støðum, tí løgreglan er framvegis til arbeiðis.
Ein av teirra uppgávum er at forða fyri ófantaligari parkering, sum aftur kann vera til ampa fyri teirri vanligu ferðsluni. Teir fara tó ikki inn á økið hjá Parkeringsvørðunum.
Hóast støðuna á almenna arbeiðsmarknaðinum so ger løgreglan kortini ikki meiri enn vanligt við henda partin av arbeiði teirra, fáa vit upplýst av Politistøðini í Havn.
Er kortini talan um parkering, sum er beinleiðis til ampa fyri hina ferðsluna, so verður frágreiðing skrivað og málið fer sína vanligu gongd.
Upplýst verður tó, at um vikuskiftið er eingin slík frágreiðing skrivað.