Eftir tvær flogvanlukkur við Boeing 737 Max flogførum, sum samanlagt kostaðu 349 fólkum lívið, fingu hesi nýggju flogførini forboð fyri at flúgva, tí tøknin í stýriskipanini skuldi kannast nærri.
At flestu Max flogførini hava verið parkerað á flogvallum kring heimin síðani mars mánað, hevur kostað Boeing fyritøkuna stórar upphæddir. Ritzau skrivar, at roknskapurin hjá Boeing fyri annan ársfjórðing vísir hall á góðar 32 milliardir. Boeing upplýsir, at hetta hall kemst av kreppuni við 737 Max flogførunum, og upphæddin verður avsett sum óvanlig útreiðsla. Roknað verður við, at tað ganga nakrir mánaðir afturat, áðrenn Boeing 737 Max flogførini aftur fara á flog.











