Popp punkararnir í Paradox hava í hesum døgum ferðast kring Føroyar og spælt konsertir í sambandi við útgávuna av fløguni Falling in Love. M..a. hava teir spælt á skúlum. Leygardagin kl. 18 fara teir á pallin í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Bólkurin hevur, síðan Prix Føroyar var fyrr í ár, verið millum virknastu bólkar í landinum, men síðan summarfrítíðina hevur Paradox verið minnið virkin á konsertpallunum. Tveir av teimum trimum limunum eru staddir í Danmark á eftirskúla, og hetta hevur steðga framførslunum. Konsertin er tí eitt kærkomið høvi, at hoyra hendan frálíka bólk live.
Konsertirnar hjá bólkinum fyrr í ár vóru frálíkar og orkufyltar, og millum annað vóru teir um at koppa eina sera uppávegin krúnprinsessu við sínum kærleikspunksangum, tá Mary og Fríðrikur vitjaðu Margarinfabrikkina í Havn. Um hetta er nokk til, at føroyska íslettið til kongaliga navnið verður Heini, Búgvi ella Andreas, er ikki til at siga, men hvør veit.
Fløgan Falling in love er sera góð, men tað er ikki tað sama, sum at uppliva live kensluna. Tí snýr tað seg um at nýta hetta høvið at uppliva Paradox, áðrenn tveir triðingar av bólkinum verða útfluttir.
Afturat sær hava Paradox MTV punkararnar í The Dreams.
Miðlahúsið er síðan Sosialurin flutti í Vágsbotn vorðið eitt alsamt betur umtókt spælistað. Higartil hevur bæði rokkur, fólkatónleikur, klassiskur tónleikur, easy listening og gospel verið at hoyrt í húsinum, men í morgin verður fyrstu ferð, at man sleppur hoyra popp punk av tí paradoxala slagnum í Vágsbotni.
Ein annar av bólkunum á Margarinfabrikkini Fólkayvirltið spældi fyrr í ár í húsinum, og tá fingu teir tilboð um at luttaka á einum útlendskum tónleikafestivali, so pallurin í Miðlahúsinum kann verða ein lopfjøl til okkurt heilt stórt, Tað er tí uttan iva við nógvum spenningi, at Paradox skrúvar upp fyri forstyrkjarunum leygardagin.