Paradise Tammie við stakfløgu

Tær kappaðust á Paradise Hotel, og nú heldur kappingin fram. Tammie hevur nevniliga givið eina stakfløgu út, og er nú aftur kappingarneyti hjá Amalie. Tammie hevur júst latið sangin ?Med dig hjem? úr hondum, og hon er nú í beinari kapping við sangin ?Du og jeg? hjá Amalie, sum kom út fyrr í summar.

 

Hvørgin sangur hevur nakað serligt at bjóða -hvørki í samband við tekst, tónleik ella sanggávur, men hóast tað, eru báði sangir vælumtóktir í Danmark.

 

Amalie, sum kemur út við fløguni ?Amalie - i mine sko? fyrst í november, er tó ikki bangin um útspælið frá Tammie.

 

- Tað er bara fitt, viss hon vil gera tað sama, sum eg, Men eg haldi bara ikki, at Tammie verður líka so stór, sum eg.

 

Báðir sangir liggja á youtube, so tú kanst gera tær tína egnu meting.