David Beckham verður helst at síggja í fronskum fótbólti í framtíðini. Tað er franska oddaliðið, Paris Saint-Germain, ið hevur bjóðað kenda enska miðvallaranum ein risa sáttmála fyri at flyta til París í hálvtannað ár.
Sáttmálin millum 36-ára gamla David Beckham og amerikansku meistararnar, LA Galaxy, gekk út eftir finalusigurin á Houston Dynamo sunnudagin. Tað hevur leingi ljóðað, at ensku London feløgini, QPR og Tottenham, saman við Paris Saint-Germain hava verið áhugaði í fyrrverandi liðskiparanum á enska landsliðnum.
Bretskir miðlar skriva í dag, at Paris Saint-Germain hevur bjóðað David Beckham góðar 100 milliónir krónur fyri at skriva undir ein 18 mánaðar sáttmála við franska felagið.
Paris Saint-Germain hevur ikki vunnið franska meistaraheitið síðani 1994, men felagið er nú keypt av íleggjarafelagið úr Katar, sum hevur styrkt felagið fíggjarliga. Millum annað keypti høvðusstaðarfelagið í summar argentinska miðvallaran Javier Pastore fyri næstan 300 milliónir krónur. Paris Saint-Germain liggur í løtuni á fyrsta plássi í Ligue 1.