Barsilsskipanin skal verða betri enn hon er nú.
Tað hevur Johan Dahl, landsstýrismaður, nú greitt Løgtinginum frá.
Hann hevur leingi boðað frá, at hann ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið nú í heyst um at broyta barsilsskipanina til tað betra.
Og nú boðar hann frá, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í næsta mánað.
Í høvuðsheitum er uppskotið liðugt og yvirskipað er ætlanin at, at
barsilsfarloyvið við løn, skal leingjast fimm vikur, so at tað verður tilsamans 39 vikur.
Foreldrini fáa partvís heimild at býta barsilsfarloyvi imillum sín.
Men seks vikur verða beinleiðis markaðar til pápan. Og tær seks vikurnar verða persónligar og tað merkir, at tekur pápin ikki av, fella tær seks vikurnar burtur, tí mamman kann ikki yvirtaka tær.
- Hetta er fyri at fáa pápan at gagnnýta sín møguleika at fara í farloyvi, sigur Johan Dahl.
Johan Dahl sigur, at ætlanin er eisini at bøta um rættindini hjá foreldrum at tvíburðum og hjá foreldrum, har barnið er føtt ov tíðliga.
Í miðal verða níggju tvíburðapør fødd um árið í Føroyum og foreldur, sum fáa tvíburðar, ella fleiri børn, fáa fýra vikur longri farloyvi við løn.
Børn, sum eru fødd ov tíðliga, og tað er fyri 32 viku í hesum føri, fáa átta vikur longri barsilsfarloyvi við løn.
Samstundis skulu foreldur nú eisini fáa eftirløn av gjaldinum út barsilsskipanini.
Seinastu árini hevur Barsilsskipanin í miðal havt níggju milliónir í avlopi um árið, og Johan Dahl væntar, at ábøturnar, hann ætlar at seta í verk, er tað, sum tað ber til at fremja, uttan at noyðast at hækka inngjaldið í barsilsskipanina.
Serliga umstrítt hevur tað verið at áseta eina pápakvotu, men Johan Dahl ásannar, at hann hevur ikki tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri tí.
Men hann heldur, at tað er rætt at hetta er ein spurningur um javnstøðu og at tað er rætt at krevja, at eisini pápin fer í barsilsfarloyvi.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at hetta er ikki avgerðandi fyri hann. Tað, hann leggur størstan dentin á, eru hinar broytingarnar.