Pannukøkur í Vágsbotni

Topp lands- og býráðspolitikarar millum blaðstjórar og annað gott fólk baka og eta pannukøkur á Nólsoyar Pálls torginum í sendingini VágsPopp Sendingin VágsPopp savnar seg í stóran mun um Nólsoyar Pálls torgið í Vágsbotni. Pylsur og búffar eru grillað í sendingini og tónleikarar hava framført beinleiðis av torginum.

 

Í dag eru tað pannukøkur, ið standa á skránni. Og tað er heldur ikki hvør Hanus og Janus, sum baka. Tað er nevniliga ovasti toppurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, sum saman við drivnu kommunalpolitikarunum, Heðini Mortensen borgarstjóra og Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóra, standa og baka pannukøkur.

 

Hartil skuldu blaðstjórarnir báðir, Árni Gregersen av Dimmalætting, og Jan Müller á Sosialinum, verða við, men tað barst Árna frá at vera við.

 

Fitt av fólki er savnað til pannukøkubakingina, og sendingin, sum byrjaði klokkan 15, heldur fram til klokkan 17 í dag