Páll Finnur Páll fyri seinastu ferð í summar

Páll Finnur Páll er nærmast blivið eitt húsaorkestur í Rex. Seinastu mongu árini hevur tónleikabólkurin, Páll Finnur Páll spælt í Rex, tá teir koma heim á jólum, páskum og á sumri.

 

Teir spæla nógv, tá ið teir eru heima fyri at innheinta tað mista, tá ið teir eru í Danmark í lestraørindum. Nú fáa føroyingar í Føroyum, so møguleikan at hoyra Páll Finnur Páll fyri seinastu ferð í summar, fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Rex.

 

Teir spæla í kvøld frá kl 01.00 til kl 03.45 og somu tíð í annaðkvøld.