Palestina fingið eygleiðarastøðu í ST

ST-aðalfundurin hevur við stórum meirluta samtykt, at Palestina skal hava eygleiðarastøðu í heimsfelagsskapinum. Hóast harða mótstøðu frá serliga Ísrael og USA atkvøddu 138 av teimum 193 limalondunum fyri. Teirra millum vóru eitt nú Noreg, Danmark og Ísland.

Samtyktin gevur Palestina eygleiðarastøðu sum ikki-limaland, og tað er sama støða, sum Vatikanið hevur.

Í samtyktini mælir aðalfundurin ST-trygdarráðnum til at taka væl ímóti palestinsku umsóknini um fullan limaskap.