Pál tignarliga móttøku

Seinnapartin í morgin verður skipað fyri móttøku, tá ið Pál Joensen kemur til heimbygdina at halda jól

Tað fer ikki bara aftur við borðinum í Vági, tá ið bygdarinnar stolti sonur í morgin kemur heim at halda jól.

Pál Joensen hevur seinastu vikuna luttikið í tveimum altjóða svimjikappingum, og í báðum tveimum hevur hann vunnið silvurkrónuna.

Í fyrra førinum var tað í 1500 metra frí kappingini í HM í svimjing, sum næstsíðsta vikuskifti var í Herning, at Pál vann silvur.

Í seinna førinum var tað í 800 metra frí kappingini í Duel in the Pool kappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Glasgow. Kappingin var millum Europa og USA.

Suðurrás veit at siga, at skipað verður fyri móttøku tollaksmessudag klokkan 16. Tað er Vágs kommuna, sum skipar fyri, og almenna móttøkan verður í VB húsinum.