Pætur vann fyrstu bowling kappingina

Seinasta vikuskiftið var fyrsta skipaða bowling kappingin fyri vaksin hildin í Havn. Pætur Háberg Johannesen gjørdist vinnari

 

Leygardagin varð skipað fyri Carlsberg Cup í bowling. Kappingin fór fram í Bowlinghøllini á Hálsi í Havn, og 72 fólk teknaðu seg til kappingina.

? Bowlinghøllin hevur bert eitt ár á baki, og vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir, tá fólkið vísir so stóran áhuga, halda fyrireikararnir.

Bowlinghøllin skipaði sjálv fyri kappingini, og hetta var fyrsta kappingin fyri vaksin. Frammanundan hava tvær kappingar verið fyri børn.

Kappingin byrjaði leygarmorgunin klokkan 9 og helt fram til kl. 17 uttan steðg.


Tríggir í finaluni

Kappast varð eftir cup-skipanini, og tað vil siga, at tann, sum tapti ein dyst, var úti av kappingini. Kappast var í innleiðandi umførum, og síðani vóru fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finala.

Tríggir luttakarar komu í finaluna, og teir kappaðust so um at verða best.

Endin var, at Pætur Háberg Johannesen vann kappingina við 169 stigum. Mikael Johannson varð nummar tvey við 166 stigum, og Jón Haraldsen nummar trý við 158 stigum.

Bestu seriu í kappingini hevði Herman Jespersen við 224 stigum.

Atlantsflog, Jungmann og Skálkur lótu teimum bestu vinningar. Kappingin varð eisini stuðlað av Carlsberg og Coca Cola.