- Vit fingu boðini um óhappið um hálvgum ellivu-tíðina mikukvøldið. Tá vóru gingnir einir tveir tímar, síðani teir fingu sjógvin, greiðir Antines frá.
Hann var komin oman á havnalagið fyri at taka ímóti einum av hansara kæru umborð, tí 16 ára gamla Ken Bærentsen.
Hóast veðrið var ófantaligt í gjár, var eingin ivi um ta gleðina sum lýsti út av andliti hansara, nú Fríðborg kom aftur í øllum góðum.
Antines mátti tó bíða eina løtu til hann sá Ken aftur. Manningin skuldi rigga skipið av fyrst, men tá teir so møttust aftur á brúnni var gleðin stór.
- Ja, tað var gott at fáa hann aftur, sigur Antines.
sg
Tað eru sjálvandi altíð boð við ófrættadámi, tá tað frættist um eitt skip sum kemur út fyri slíkum.
Tey har heima fingu sum nevnt fyrstu boðini eina tveir tímar eftir óhappið, men so gekk heldur long tíð, til tey frættu aftur.
Fyrstu tíðindini søgdu, at eitt annað skip hjá reiðarí'inum "Havborg" skuldi koma til teirra 12 tímar seinni.
- Men tað gekk so eitt heilt samdøgur. Og tú kanst líka trúgva, at hesir 24 tímarnir gingu ótrúliga seint.
- Vit gingu bara runt og gjørdu okkum okkara tankar um tað sum var hent. Og tankin um ta ringasta, sum henda kundi, kom eisini framvið.
- Tað hevur ein altíð lyndi til, sigur Antines sum sjálvur hevur roynt sjólívið.
Tíbetur gekst tað ikki so: Tey fingu at vita, at tað stóð væl til við manning og skipi.
- Allíkavæl tóktist tað vera drúgt at bíða, sigur hann.










