MIKINES 100 ÁR
Listaskálin var á tremur í gjárkvøldið, tá føroyingar hátíðarhildu sjálvan 100 ára dagin hjá málaranum Mikines. Hevði tú ikki vitað betur, hevði tú hildið, at landsdystur varð spældur í Gundadali, so nógvir bilar stóðu aftan fyri skýlið í Gundadali.
Børnini hjá Mikines, Kári J. Mikines og Lizzie Joensen, vóru eisini komin til Føroya at halda føðingardagin, og ikki kann sigast annað, enn at tey enn kunnu staðfesta, at áhugin fyri listini hjá pápanum er stórur. Umframt at íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson í løtuni leggur seinastu hond á nýggja bók um Mikines - sum er tann triðja bókin um Mikines so merkja systkini enn, at fólk koma til tey og spyrja um pápan og senda teimum fotomyndir av málningum, sum hann hevur málað. Kári nevndi eisini sum dømi á kvøldsetuni í Listaskálanum, at ein málningur av einum donskum jóansøkubáli, ið varð endaður á donsku sendistovuni í New York, var tikin heimaftur til Keypmannahavnar av Uffa Ellemann-Jensen, tá hann var uttanríkisráharri.
- Sum lækni hitti eg eini 10-15 fólk um dagin, og tað gongur neyvan ein vika, at fólk ikki spyrja, um eg havi okkurt tilknýti til ham maleren Mikines, greiðir Kári frá, tá Sosialurin hitti tey bæði í Listaskálanum í gjár stutt eftir at tey vóru komin til Havnar. Tey vórðu annars komin til Vágar kvøldið fyri.
Anekdotur og myndir
Seinni um kvøldið skuldi Kári greiða frá Mikines undir yvirskriftini Anekdotur og myndir, og tað var heldur ikki so løgið. Mikines var nevniliga eisini í fluttari merking ein sera litríkur persónur, og ein feril av hesum kæti kunnu fólk eisini sanna, sum hava sæð filmin um hann, sum gongur í Listaskálanum í hesum døgum, har hann flennandi sigur, at tá hann er farin hiðani kann bara flenna at í øllum oppe i Gudfaders tronhimmel.
- Pápi kundi í vertskapi halda fólk í síni hulu hond, greiðir Kári frá, og sigur, at pápin hevði sera gott minni, og tí uttan nakran trupulleika kundi endurgeva fólk, hann hevði hitt og fortelja stuttligar og livandi søgur, sum bergtóku fólk.
Einaferð Mikines var inni í atelierinum saman við einum vinmanni og starvsfelaga, hoyrdust róp og mikið orðabrask. Hvat, ið var á vási, visti eingin, men gangurin var nógvur. Tað endaði við, at vinmaðurin fekk ein knív í lærið, og fólk óttaðust, um talan var um jalousidrama ella okkurt líknandi. Tað var tó ikki verri enn so enn at Mikines hevði roynt at fortalt honum um grindadráp, og hevði hevði verið áhaldsin. Meira hendi ikki í tí førinum.
Málaði abstrakt sum 8 ára gamal
Sjálvur sigur Kári við einum skálkabrosi, at sjálvur málaði hann, til hann var 8 ára gamal.
Kári fortelur við gleði um ta ferðina, hann rættiliga var sloppin at royna seg við einoljumálningi, sum kundi kallast heldur abstraktur. Málningurin kom í eina flotta rammu. Ein dagin kom ein listaseljari á vitjan, og sá verkið hjá piltinum, sum stóð millum tey hjá pápanum.
Tá læt knappliga í listasølumanninum, sum vísti hesum stórum áhuga:
- Eg visti ikki, at tú átti ein vaksnan son.
Tá mátti pápin svara, at tað gjørdi hann heldur ikki, men at tað var tann lítli, sum var meistarin. Málningurin varð ikki keyptur, men hongur enn heima hjá Kára.
Umboð fyri Føroyar
Hóast Lizzie og Kári eru uppvaksin í Danmark, hava tey ongantíð verið í iva um, at Føroyar hava verið ein fastur partur av teirra tilveru. Tey siga, at pápin var sera tjóðskaparliga tilvitaður, og helt tey føroysku bløðini og fekk javnan pakkar við føroyskum mati sendar niður frá systkjunum, umframt at hann leitaði sær aftur til Føroya á hvørjum sumri, haðani hann javnan skrivaði teimum brøv. Ein list, sum kanska er við at doyggja út, snú samskiftismøguleikarnir eru blivnir so fjølbroyttir og talgildir, heldur Kári.
Eisini minnast tey á eina hending í sekstiárunum, tá pápin saman við øðrum noktaði at sýna fram á einum savni, av tí at Merkið ikki slapp at veittra uttanfyri.
Lizzie búði tó eitt stutt skifti í Føroyum sum barn og gekk eisini í skúla í Mykinesi.
Hinvegin var Kári bert einar tvær ferðir í Føroyum sum barn. Sum vaksin hevur hann tó vitjað oftari. Hann er føddur við krypilsfóti, og tí heldur hann at pápin vildi verja hann ímóti grýtutum og brøttum lendi. Av tí sama lá hann við hvørt á sjúkrahúsi og minnist aftur á, at pápin las nógv fyri honum, tá hann hann skuldi í song. Dunnaldur Dunna og aðrar tílíkar ivasamar bókmentir vóru tó bannlýstar, so tá Kári var 7 ár, dugdi hann bæði Iljónskvæði og kvæði Odysseusar eins og upplivingar hjá Nansen á Norðurpólinum bæði frammanífrá og aftanífrá, sum hann tekur til.
Málaði Føroyar á kamari í París
Kári kallar tað eisini eitt privilegium, at hava havt ein pápa, sum hevði atelier og arbeiddi heima, tí av tí sama vóru feðgarnir nógv saman. Kári velur ikki at kalla pápa sín ein gamlan, men heldur ein búnan pápa. Gamli Mikines var nevniliga líka gamal, tá Kári varð føddur, sum sonurin er í dag,. Hann sigur seg eisini minnast, at pápanum dámdi væl at spæla við hann, og at ein sofa, sum stóð í atelierinum óteljandi ferðir var Tjaldur í teirra hugaheimi, og reip og trossar vóru bundin í hana.
Mikines ferðaðist sum nevnt heim til Mykinesar á hvørjum sumri, og skitsurnar hevði hann við sær niður aftur til Danmarkar. Sostatt stóð hann á Flatlondum og málaði føroysk motiv meginpartin av lívinum.
Spurd, hvussu hetta kundi bera til, halda børnini hjá málaranum, at ein frágreiðing kanska er, at hetta var eitt slag av tryggleika fyri hann. Mikines málaði nevniliga ofta sama motivið umaftur, hóast hetta var alt annað enn lætt. Mykines hevur eisini havt ein stóran part av sínum myndevnum við í hugans viðføri, tí eitt nú tær kendu myndirnar av grindadrápi hevur hann málað út frá minninum. Tær fyrstu av hesum slagi eru málaðar undir krígnum í 1942, og tá hevði Mikines sjálvandi ikki verið í Føroyum síðani 1939, tá alt ferðasamband millum ríkispartarnar varð kvett.
Eitt skemtiligt dømi um, hvussu trúfastur Mikines var ímóti sínum føroysku myndaevnum, var tá hann einaferð fekk eitt ferðalegat til París saman við m.ø. Ejler Krag.
Meðan hini fóru út í býin at mála myndir av býnum, stóð Mikines og málaði myndir av heimstaðnum á hotellkamarinum.
Ferðin til franska høvuðsstaðin var tó ikki til fánýtis, tí íblásturin frá vitjanunum á teimum fronsku søvnunum kann neyvan yvirmetast, og sæst hetta m.a. aftur í nýggju bókini hjá Aðalsteinn Ingólfsson, har hann m.a. vísir á íblástur frá málarum sum Ucello, Delacroix og Picasso.
S. Joensen Mikines málarin og motivið
Mikines, sum hann í dag vanliga verður nevndur, æt tó ikki upprunaliga Mikines. Hann var doyptur Samuel Elias Fredrik Joensen, men á málningarnar skrivaði hann ofta S. Joensen Mikines og sipaði til málaran og motivið, ið sum oftast var heimoyggin.
Av tí sama bleiv hann ofta kallaður Mikines ella Mikinesmálarin. Tað var tó ikki fyrr enn í umleið 1943, at hann keypti sær navnið Mikines.
Eitt, sum eyðkendi Mikines, vóru hansara snøggu klæði. Í filminum um Mikines, sum verður vístur í Listaskálanum, sæst hvussu hann stendur uppi við brúnna á Tjaldrinum, tá tað stevnir inn eftir Havnarvág. Har stendur hann so fattur í frakka og undir hatti, og bíðar til skipið hevur lagt at.
Hetta minnast børnini hjá honum eisini aftur á við einum smíli og greiða frá, at sjálvt tá hann málaði var hann í sloyfu. Lizzie minnist so aftur a ta ferðina, mamman, sum var sjúkrasystir, var til arbeiðis, og hon vildi hava pápa sín at flætta sær hárið. Hetta lá ikki so væl fyri hjá honum, men at binda butterfly dugdi hann, so hon fekk eina sloyfu í hárið í staðin.
Børnini siga tó, at hann byrjaði ikki at lata seg so fínt í fyrr enn tíðliga í 40unum, tá hann málaði eina sjálvsmynd. Tá byrjaði the new look, sum tey kalla tað, og skíra broytingina sum eitt skifti frá bondedreng til grosserer.
Mikines var eisini sera upptikin av sínum atburði. M.a. helt hann ikki, at tað sømdi seg fyri vaksnar menn at trilla barnavogn. Tí kom tað fyri, at hann læt konuna og børnini fara í ein tokvogn, og hann sjálvur fór inn í ein annan, tá tey skuldu til Keypmannahavnar. Tey komu síðani út aftur úr hvør sínum tokvogni, og hittust so aftur á Høvuðsjarnbreytastøðini í Keypmannahavn.
Varð ongantíð hin sami aftur
Mikines var góður svimjari, men einaferð hann var saman við familjuni á Bornholm, kom hann sær í óføri.
Sum hann svam framvið strondini sóu tey, at hann var í trupulleikum. Ein týskur ferðamaður hjálpti honum inn, og konan Karen fekk givið honum hjartamassagu, meðan Kári leyp avstað fyri at ringja eftir einum sjúkrabili. Hetta var í 1969, tá Kári var 13 ára gamal, og hann greiðir frá, at hann helst vil minnast pápa sín sum hann var fyri hesa hendingina enn eftir, tí pápin varð ongantíð hin sami eftir hetta.
Mikines kundi vera bersøgin, og sum sagt var hann litríkur og serstakur. M.a. skemtar Kári, sum er føddur í mei 1956, at fyrsta myndin av honum er frá mars sama árið, tá Mikines málaði konuna. Tað sermerkta við myndini er tó, at barnakonan Karen, sum hevði smurt sær væl áðrenn avtøkuna, kom at hava brúnligt andlit av smyrslinum á myndini, men heldur hvítan háls. Hon bað mannin um at broyta hetta, men hann var ikki til at vika.
- Jeg maler, hvad jeg ser, var svarið.
Frá 1974 til Mikines doyði í 1979, búði hann á ellisheimi. Viðhvørt plagdi Kári at fara við honum út ein skóg, men tað var ikki nakað fyri gamla, sum sleppa út til havið.
- Jeg vil se himmel og hav, segði hann tá.
Systkini bæði, Lizzie og Kári, nýta eisini høvið at vitja familju og skyldfólk, nú tey eru aftur í Føroyum. Og tey eru eisini hugtikin av familjuviðurskiftunum her hjá okkum, tí sum siga, so avspeglast hetta aftur í málinum. Í Føroyum tosa vit nevniliga um trímenningar, fermenningar og fara enntá út í enn fleiri lið, enn onnur mál hava orð fyri. Tey fegnast tí um, at tað nú letur til, at fyrireikingar eru at gera klárt í Mykinesi til eitt nýtt savn og hús hjá listafólki at mála í styttri og longri tíðarskeið.
MYNDATEKSTIR:
Høvundurin Aðalsteinn Ingólfsson, Kári J. Mikines og útgevarin Einar Matthíasson. Her sita teir og skoða bókina um Mikines, sum ætlanin er at geva út. Bókin er skrivað á enskum, men verður umsett til føroyskt og danskt
Lizzie og Kári eru aftur á slóðini. Tey hava ofta vitjað í Føroyum, og hon gekk eitt skifti í skúla í Mykinesi. tey fegnast um, at stig eru tikin til at lata savn og hús til listafólk upp í Mykinesi