Páll vil hava Høgna upp í málið

Páll á Reynatúgvu vil hava floksleiðsluna upp í málið, eftir at upptøkur frá flokstingi avdúka, at Annita á Fríðriksmørk kallaði hann ein egoistiskan psykopat

Páll á Reynatúgvu, tingformaður, ynskir at floksleiðslan í Tjóðveldi skal viðgera støðuna í flokkinum, aftaná at Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna, um vikuskiftið endaði í tí óhepnu støðu, at ein privat samrøðu, ið hon hevði við ein persón, bleiv varpað út til øll tey, ið lurtaðu eftir stroymingini frá flokstinginum hjá Tjóðveldi um vikuskiftið. 

Sostatt ynskir hann at millum annað Høgni Hoydal, formaður floksins, skal taka støðu um málið, har tingkvinnan kallaði tingformannin fyri ein psykopat og egoist.

Síðan hevur hon bæði alment og privat biðið um umbering fyri lýsingina av floksfelaganum, og á Facebook í dag upplýsir Páll á Reynatúgvu, at sum privatpersónur góðtekur hann umberingina, men metir at málið er størri enn so.

- Eg eri seinastu dagarnar ofta spurdur, um eg góðtaki umberingina hjá Annitu. Eg havi arbeitt saman við Annitu í nógv ár, og sjálvandi góðtaki eg sum menniskja umberingina, skrivar hann og leggur afturat.

- Men tað kann vera tað sama, hvat eg sum privatpersónur góðtaki ella ikki, tí eg umboði eisini eitt embæti, ið eitt einmælt løgting hevur valt meg til, og eg eri eisini partur av eini barnafamilju sum stendur skelkað og málleys.

Annita á Fríðriksmørk hevur upplýst, at málið verður viðgjørt í fundi í tingbólkinum, men hesum er Páll á Reynatúgvu ikki samdur í, men metir at talan er um eitt mál, ið skal viðgerast á hægsti støði í flokkinum.

- Hetta er ikki eitt mál millum meg og Annitu, men eitt mál millum tingbólkaformannin og floksleiðsluna í Tjóðveldi. Hvat kann floksleiðslan liva við, spyr Páll á Reynatúgvu og leggur afturat.

- Eg havi sjálvur takkað nei til at vera við í viðgerðini av málinum innanfloks, bæði tí eg meti meg vera ógegnigan, og tí eg ikki meti hetta vera eitt mál, ið skal viðgerast í tingbólkinum, men í floksleiðsluni.

Sambært heimasíðuni hjá Tjóðveldi manna hesi fólkini aðalstjórnina hjá flokkinum.

- Gunnhild Dahl Niclasen, aðalstjórnarforkvinna
- Høgni Hoydal, floksformaður
- Sirið Stenberg, næstforkvinna
- Páll á Reynatúgvu, umboð fyri tingmanningina
- John Dalsgarð, starvsnevndarlimur
- Hervør Pálldóttir, starvsnevndarlimur
- Olga Fossdalsá, peningarøkil
- Finnbjørn Hovsgarð, Suðuroyar Tjóðveldisfelag
- Jenus í Trøðini, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag
- Hallur Ellingsgaard, Eysturoyar Tjóðveldisfelag
- Lone Høeg Bejer, Norðya Tjóðveldisfelag
- Kristian Oskar Henriksen, Sandoyar Tjóðveldisfealg
- Emil Hermansen, Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
- Jóhan F. á Ørg, Vága Tjóðveldisfelag
- Petur Pauli á Høvdanum, Unga Tjóðveldið