Eg havi júst rindað honum fyri jørð, eitt virði sum er fleiri ferðir tað, sum hann heldur verða óverdugt í sínari reklamu. Men munurin í reklamuni hjá Pálli, ímillum húseigaran og meg sum havi havt viðurskifti við Páll, er at tey sum rinda fyri húsini hava eini hús tey eru í.
Men eg havi bert eina kvittan fyri, at eg havi goldið Pálli á Reynatúgvu nærum tríggjar milliónir fyri einki. Einans tí at eg hevði álit á honum. Trúði tí hann segði við sínari mildu framferð, tá hann hevði brúk fyri mær. Men álitið rakk ikki longur, enn at tjóðveldismaðurin Páll á Reynatúgvu fylti sær lummarnar av peningum fyri eitt luftprojekt av einum golfvølli.
Mínar royndir eru, at eg stóli ikki upp á handan mannin. Hann var eisini valdur tvær ferðir i løgtingið fyri eina ítróttarhøll í Sandoy, sum ikki kom fyrr enn Gerhard Lognberg fekk frið at arbeiða við henni, tí Páll fall til seinasta løgtingsval.
Tað sigst, at einasta sum Páll á Reynatúgvu hevur fingið til Sandoyar sýslu øll árini hann hevur sitið í tinginum, er ein pullart til Stóru Dímun. Men hesin hvarv av fíggjarlógini, áðrenn hann varð uppsettur.
Samanumtikið stóli eg ikki upp á Páll á Reynatúgvu. Golfvallarprojektið fór í ommu sína, tað var nokk ongantíð har. Men Páll á Reynatúgvu gjørdist nærum tríggjar milliónir ríkari og kann nú føra valstríð fyri teir pengarnar, sum eg havi goldið. Eg siti eftir við ongum. Hvørki projekti ella jørð. Føli meg lumpaðan út í æsir.
Eg skuldi havt at lisið sáttmálan, áðrenn eg skrivaði undir. Men alt skuldi ganga so skjótt fyri seg, at eingin umhugsunartíð var, projektið skuldi eitast at verða har, alt var 100%. Men tað kann prógvast, at eg havi onga jørð og einki projekt.
Tí skal mín áheitan verða, at verið varin hvønn tit velja. Tað kann verða, at tit rinda meira enn tríggjar ferðir ov nógv fyri atkvøðuna.