Páll Poulsen: - Bæði nøgdur og ónøgdur

- Sjálvandi eri eg væl nøgdur við ein sigur, men eg eri ikki serliga væl nøgdur við spælið hjá okkum. Tað kundi verið betri, slær venjarin hjá Neistanum, Páll Poulsen, fast.
Vit spurdu hann í hesum sambandi, um hann nakrantíð merkti, at sigurin var í vanda.
- Nei, tað merkti eg ikki. Vit fóru fram um eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum, og síðani hildu vit okkum frammanfyri og komu eitt skifti á odda við seks málum, sigur Páll, sum – hóast fegin um steypasigurin – ikki er serliga væl nøgdur við gongdina.
- Eg eri ikki nøgdur við, at botnstøðið hjá okkum er so lágt. Vit spæla øgiliga væl til tíðir, men so fara vit í totalt black-out eina løtu. Tað eru tey holini, sum mugu tippast, áðrenn tað skal vera heilt gott, sigur Páll og vísir á, at teir nú í tøttu landskappingini fara at arbeiða við at hækka botnstøðið og at vera meiri stabilir.