Páll Guðlaugsson er koyrdur frá sum venjari hjá KÍ, meðan Eyðun Klakstein er nýggjur venjari. Pauli Poulsen verður hjálparvenjari.
Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur at tað stóð í sáttmálanum, at Páll Guðlaugsson skuldi fáa at vita áðrenn 1. august um hann eisini verður venjari í 2014.
- Tað hildu vit ikki og tí er samstarvið steðgað, sigur Tummas Lervig við portalin í kvøld og váttar, at Páll Guðlaugsson ikki var samdur í frákoyringini.
Nýggjur venjari verður Eyðun Klakstein, sum hevur fingið ein 1,5 ára sáttmála. Hjálparvenjari verður Pauli Poulsen, sum fyrr hevur verið venjari hjá NSÍ og B68









