Páll Finnur Páll spæla seinasta dansin í TB-húsinum

TB-húsið á Tvøroyri, sum seinastu mongu árini hevur verið karmur um náttarlívið í Suðuroynni, fer nú í søguna. Seinasti dansurin í húsinum verður 12. November, tá ið Páll Finnur Páll seta punktum fyri virksemi í Black and White.

 

-Sevmýris Leikvøllur er kolldømdur og verður í dag einans nýttur til venjingar. TB-húsið stendur enn, men so smátt sum nýggi vøllurin fer at taka skap í Trongisvági og nýtt felagshús verður bygt, so fer virksemið eisini at minka í TB-húsinum, siga fyrireikarar.

 

Fríggjadagin 11. November kemur enn ein fløgan hjá Páll Finnur Páll á marknaðin. “Kom við Mær” er heitið á nýggju fløguni, og longu nú kann eitt av løgunum hoyrast á YouTube. Lagið eitur Eg drepi meg sjálvan.

 

Dansurin verður 12. November, og einki aldursmark er í TB-húsinum.

 

Fyrireikarar siga, at teir vóna nógv fólk møta upp til endabrestin í TB-húsinum.