Ídni listamálari okkara, Pól Skarðenni luttekur hesa páskahátíðina á ikki færri enn tveimum framsýningum í Danmark í Keypmannahavn og í Brønderslev.
Pálmasunnudag lat upp ein framsýning í Galleri Art for Future í Valby. Hetta er eitt ikki ókent stað fyri listina hjá Pól, sum er búsitandi í Vatnsoyrum. Her hevur hann sýnt myndir fram síðani 2003.
Fólk í Norðurjútlandi hava eisini møguleika at síggja verkini hjá Pól Skarðenni.
Hetta hendir við eina páskaframsýning á Brønderslev Gymnasium, har hann er saman við 20 øðrum listafólkum.
- Eg havi luttikið á hesi framsýningini fýra ferðir áður, sigur ein spentur Pól Skarðenni.
Páskaframsýningin í Brønderslev lat upp í gjár og er opin til 2. páskadag.
Mynd: Pól Skarðenni í "typiskum" umhvørvi: Uttandura, í termodrakt, við pensli í hond - og góðum myndevni frammanfyri sær