Pál svimur sjálvandi ikki fyri Danmark

At Pál Joensen fór at gevast at svimja fyri Føroyar og í staðin skuldi svimja fyri Danmark, var ein aprílsøga, sum sjálvt drivin fólk í føroyska svimjiheiminum trúðu uppá

Í Sosialinum í gjár, 1. apríl, var ein søga á ítróttarsíðunum og eisini á forsíðuni, at nú fór Pál Joensen at velja danska svimjilandsliðið fram um tað føroyska, tí tað var einasti møguleiki, skuldi hann menna seg sum svimjari, umframt at hann annars ikki fekk síni met roknað sum donsk met.

Men hetta var sjálvandi ein aprílsøga, uttan nakað sum helst hald í veruleikanum. Sjálvandi fer Pál Joensen ikki at svimja fyri Danmark, hóast grundgevingarnar óivað tóktust trúligar, tá havt verður í huga, at Sosialurin týsdagin hevði gjørt nógv burturúr, at øll tey donsku juniormetini hjá Pál Joensen skuldu strikast.

Tað ljóðaði jú næstan sum ein aprílsøga, at danska svimjisambandið hereftir fór at krevja, at føroyskir og grønlendskir svimjarar skuldu umboða Danmark, og ikki Føroyar ella Grønland, skuldu teir fáa síni met skrásett sum donsk met. Men tað var eingin aprílsøga, men veruleiki.

Eitt passaði tó

Bæði Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason, fingu tað nógva av degnum hópin av

viðmerkingum um søguna, og mestsum í hvørjum ein­asta føri noyddust teir at vísa fólki á, at talan var altso um eina aprílsøgu.

Ábendingin um, at so var, var fjald í teldupostadressuni undir navninum á greinaskrivaranum, tí har stóð fyrsti@apríl.fo. Men tann reglan verður neyvan serliga ofta lisin, og í gjár vóru tað í øllum førum mong, ið ikki góvu henni gætur.

– Hetta hevur verið ótrúliga stuttligt, og her hava verið nógvar reaktiónir. Tað stuttligasta er, at tað hava verið fólk innan fyri svimjiheimin, sum hava verið við leingi og enntá finnast á hægstu rók, ið hava ringt og kært sína neyð, sigur Jón Bjarnason, sum hevði eina reyðgløðandi telefon tað nógva av degnum.

– Onkur segði tað fara kalt niður eftir rygginum á sær, onkur hevði fingið andaneyð og onkur tosaði um tár í eygnakrókunum. Uppaftur onkur annar royndi at binda um heilan fingur og segði seg ringja fyri at tryggja sær, at hetta altso bara var ein aprílsøga.

Kortini var alt ikki tann bera aprílsøga, tí Pál Joensen vil fegin undirstrika, at hann veruliga er vónbrotin av politikarunum, at teir ikki hava verið førir fyri at útvegað bara so mikið sum ein hyl í landinum, sum er 50 metrar langur. Honum hava svimjararnir bíðað leingi eftir, og tann parturin av aprílsøguni má gjarna takast í fullum álvara!