Pál Joensen missir øll síni donsku met

Danska svimjisambandið hevur skert møguleikarnar hjá føroyskum og grønlendskum svimjarum at seta donsk met. Hetta er við afturvirkandi kraft, so tí missir Pál Joensen síni fýra »donsku« met hjá juniorum, sum føroyingar tó ongantíð hava biðið um at fáa skrásett hjá danska svimjisambandinum

SVIMJING

 

Tá Pál Joensen í desember í fjør kappaðist í EM-kappingini í 25 metra hyli í Rijeka í Kroatia, setti hann fýra juniormet, sum blivu skrásett sum donsk met. Metini setti hann á 200, 400, 800 og 1.500 metra teinunum í frísvimjing.

Men eftir einari nýggjari samtykt í nevndini fyri danska svimjisambandið, verða hesi met hansara nú strikað sum donsk juniormet. Orsøkin er, at viðtøkurnar um møguleikarnar hjá føroyskum og grønlendskum svimjarum at seta donsk met, eru broyttar.

Á nevndarfundi tann 11. mars samtykti danska svimjisambandið, at í framtíðini skulu føroyskir ella grønlendskir svimjarar bert hava møguleika at seta donsk met, um teir bert umboða danska svimjisambandið og ikki svimjisambandið í sínum heimlandi.

Samstundis var samtykt, at henda broyting skuldi fremjast við afturvirkandi kraft, so tey fýra metini, sum Pál Joensen longu frammanundan eigur í Danmark, skulu takast frá honum. Hetta verður enntá nevnt í serstøkum tíðindaskrivi, danska svimjisambandið hevur standandi á heimasíðu síni.

 

Eigur nógv fleiri met

Spurningurin er so, um onnur donsk met eisini verða strikað, tí Pál eigur tríggjar tær bestu »donsku« juniortíðirnar í 200 metra frísvimjing, harav hann svam ta næst- og triðbestu í Kolding í oktober í fjør, tá hann svam fyri Aalborg Svømmeklub. Á 400 metra teininum eigur hann eisini næstbestu tíðina, sum er frá somu kapping í Kolding.

Á yndisteininum hjá Páli, sum er 1.500 metra frísvimjing, eigur hann somuleiðis tríggjar tær bestu »donsku« tíðirnar. Næstbestu tíðina hevði hann í World Cup-kappingini í Stockholm í november í fjør, tá hann umboðaði Føroyar, og ta triðbestu tíðina hevði hann sum umboð fyri Aalborg Svømmeklub í kappingini í Kolding í oktober.

Bara tey fýra nevndu metini á 200, 400, 800 og 1.500 metra teinunum í frísvimjing eru skrásett sum donsk met, hóast Pál eigur nógv fleiri »donsk« met aftrat, sum tó bara ikki eru skrásett á metlistanum hjá danska svimjisambandinum, ið fyri ein part tykist vera komið í rasshaft av, at fleiri donsk feløg hava kært sína neyð um, at Pál Joensen »oyðileggur« teirra bestu svimjarar, tí hann tekur øll metini.

 

Fríggja til Pál

Hinvegin er í ongum føri talan um, at føroyingar hava biðið danskarar tikið metini til sín, tí hesi »donsku« metini eru skrásetingar, danska svimjisambandið hevur gjørt av sínum eintingum – helst fyri onkursvegna at kunna kanna sær Pál, tí hann sum føroyingur hevur danskan ríkisborgarrætt. Í øllum førum stendur Pál í metyvirlitinum á heimasíðuni skrásettur sum heimahoyrandi í »Færøerne, DEN«.

Men nú er liðugt við tí, uttan so at Pál gevst at svimja fyri Føroyar og fer at svimja fyri Danmark í staðin. Sum skilst, røkist lítið fyri tí, og haraftrat kann so staðfestast, at nú danska svimjisambandið tekur stigið og strikar juniormetini hjá Páli Joensen sum donsk met, verður ein tjúkk strika sett undir, at føroysku metini í 200, 400, 800 og 1.500 metra frísvimjing eru nógv betri enn tey donsku.

Í øllum førum 18 ferðir hevur hann svomið skjótari enn donsku juniormetini í bæði 25 og 50 metra hyljum.