- HM í fjør verður ikki mítt størsta bragd, tá eg eri givin við altjóða svimjing. Hetta slær Pál Joensen fast í samrøðu við Trónd Arge.
Pál fer at arbeiða við tí mentala, tí hann veit, at hann er betri enn úrslitið í London vísir. Olympisku summarleikirnir í Rio De Janeiro í 2016 eru frammaliga í huganum hjá Páli, men tað fyrsta stóra málið hjá Páli er heimsmeistaraskapið í Barcelona í 2013.
Samrøðan varð gjørd aftaná finaluna í 1500 metrum frí, har Sun Yang knústi heimsmetið við meir enn trimum sekundum.