Fótbóltssambandið hevur boðað frá, at toppurin av føroyskum fótbólti byrjar aftur 9. mai. Talan er um Betri deildina hjá monnum og kvinnum, og 1. deild hjá monnum. Tað hevur verið eitt sindur av kjaki um støðuna og í Dagur og Viku í gjár, segði Pál Weihe, sum er partur av Koronaráðgevingini, at ráðini hava millum annað verið, at spælararnir skulu spæla í masku.
- Í ítrótti, har tað er kontakt ella tú rennur saman, eitt nú í fótbólti, judo og so framvegis, er tað altíð ein smittuvandi. Tað, sum vit so hava gjørt, er at spyrja hvat vit kunnu gera fyri at minka smittuvandan. Eg havi mælt til at spæla fótbólt í masku. Tað ljóðar eitt sindur groteskt, men tað havi eg so gjørt. Tað er altíð ein smittuvandi, har andaleiðir møtast. So einfalt er tað, sigur Pál Weihe, yvirlækni og professari.
Hann bleiv eisini spurdur um fótbólturin, eins og hondbólturin, ikki átti at steðga. Her legði Pál Weihe dent á, at hann bara kundi svara út frá einum heilsfrøðiligum og læknafrøðiligum sjónarmiði.
- Teir hava kanska sínar grundir, sum eg ikki kenni, men spyrt tú meg reint heilsufrøðiliga, so er svarið ja. Tað áttu teir at gjørt, segði Pál Weihe við Dag og Viku í gjár.
Bøði Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, og forsetin í Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, halda fyri, at føroyskur fótbóltur kann fara í gongd undir skipaðum umstøðum.