P/F Vinnuvitan: Undirskot og klárar ikki mvg og roknskap

Hóast navnið »Vinnuvitan« vísir til servitan í at greina roknskapir og meta um, hvussu vinnufyritøkur klára seg, so gongur illa hjá P/F Vinnuvitan at liva upp til krøv í roknskaparlóg og skattalóg.

 

Hóast navnið »Vinnuvitan« vísir til servitan í at greina roknskapir og meta um, hvussu vinnufyritøkur klára seg, so gongur illa hjá P/F Vinnuvitan at liva upp til krøv í roknskaparlóg og skattalóg.

 

Høvuðsvirksemið hjá P/F Vinnuvitan er raksturin av vinnuvitan.biz. Stjóri er Eyðfinnur Reyðberg, fyrrverandi stjóri í Norðoya Sparikassa og sum javnan greinar roknskapir og vinnuspurningar í Kringvarpi Føroya og á vinnuvitan.fo. Um seg sjálvan skrivar hann á Vinnuvitan.fo, at hann hevur »25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Vinnu-rekandi. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.«

 

Men tað hevur ikki hepnast so væl hjá honum at reka vinnuvirksemi, síðani hann fór frá sum stjóri í Norðoya Sparikassa í 2010. Sama ár keypti hann Dimmalætting, sum fór á húsagang í 2013.

 

Úrslitið hjá P/F Vinnuvitan í fjør var eitt hall upp á 665.000 krónur. Tað vísir roknskapurin, sum varð latin inn so mikið langt aftan á, at freistin var úti, at felagið varð sent í Skiftirættin til avtøku. Felagið er nú uppafturtikið, og í roknskapinum sæst, at felagið heldur ikki hevur avroknað meirvirðisgjald til ásettu freistina.

 

Grannskoðarin ger í roknskapinum vart við, at eginpeningurin er negativur við 308.000 krónum, og at skuld felagsins er góð millión. Felagið sigur í roknskapinum, at nú felagið er fingið aftur úr Skiftirættinum er ætlanin at umskapa faelagið frá partafelag til smápartafelag og lutvíst at umleggja skuldina til kapitaleigaran, sum er 986.000 krónur, til felagskapital. Út frá hesum sigur grannskoðarin, at ársroknskapurin er gjørdur »við framhaldandi rakstri fyri eyga«, sum grannskoðarar plaga at viðmerkja í roknskapir hjá ivasomum feløgum.

 

Leiðslan greiðir víðari frá, at felagið hevur goodwill bókað til 630.000 krónur, og er virðisásetingin treytað av, at úrslit felagsins í framtíðini eru á hædd við núverandi metingar felagsins.

 

Sambært lýsing frá Skráseting Føroya 20. oktober er felagið tikið aftur úr Skiftirættinum. Leiðslan varð koyrd frá, men sambært lýsingini er Føroya Skiftirættur farin frá sum ábyrgdarhavandi, og nýggj nevnd vald. Í henni sita Johan Andrias Reyðberg, sum er nevndarformaður, Ásmund Reyðberg og Eyðfinn Reyðberg, sum eru nevndarlimir. Eyðfinnur Reyðberg er settur aftur sum stjóri í felagnum í staðin fyri Føroya Skiftirætt.

 

Felagið hevur niðurskrivað partapeningin, sum var 1.000.000 krónur til 0 krónur og teknað nýggjan partapening upp á 80.000 krónur við skuldarumskifti til kurs 500.