Vónin
Rógvi Joensen, ið starvast hjá P/F Vónini sum sølumaður, er klaksvíkingur. Hann hevur siglt alla sína tíð og hevur drúgvar royndir í trolvinnu umborð á ymiskum skipum, bæði partrolarum í seinnu helvt av áttatiárunum, men eisini umborð á størri trolarum sum Vesturvón og Akrabergi.
Rógvi hevur eisini verið á aðrari veiði, eitt nú krabbaveiði í Grønlandi, har teir royndu við rúsum. Hann var á krabbaveiði í eini 4 ár og gavst í Grønlandi fyri tveimum árum síðan.
Í mars í ár byrjaði hann so í starvi hjá Vónini sum sølumaður – í fyrsta lagi við botntrolum uttanlands, sum tað verður rópt.
Men dagliga starvið á Vónini ber eisini í sær, at Rógvi arbeiðir við øðrum enn bara botntrolum uttanlands.
- Ymiskt annað verður flættað upp í mítt dagliga arbeiði, og ein partur av hesum er sjálvandi heimamarknaðurin fyri botntrolum og flótitrolini, sum vit eisini hava í okkara útboði, sigur hann.
Áhugi fyri partroli
Seinastu mánaðirnar hevur Vónin fingið nógvar fyrispurningar úr øðrum londum um partrol, sum føroyingar eru kendir fyri at duga sera væl – ja, helst betur enn flestu aðrir.
Føroyingar hava partrolað á feskfiskaveiði undir Føroyum síðan fyrst í áttatiárunum, og tað er eingin loyna, at Vónin saman við framskygnum trolaraskiparum eiga æruna av tí kunnleika og vitan, vit í dag hava á hesum øki.
Rógvi sigur, at føroyskur serkunnleiki hevur verið langt frammanfyri flestu aðrar á hesum øki, tí partrol er ikki so kendur veiðiháttur aðrastaðni sum í Føroyum.
- Íslendingar byrjaðu eisini at partrola fyri einum 15 árum síðan, men góvust beinanvegin, tí teir fingið hetta ikki at rigga líka so væl sum vit. Spaniólar og írar partrola eisini, men ikki í sama mun sum føroyingar, sigur hann.
Selja "pakkaloysn"
Vónin, sum er eitt leiðandi trolvirki í Norðuratlantshavi, hevur gjørt ein sonevndan "Start-Up" trolpakka, har felagið eitt nú selir botntrol og grunn og bjóðar seg fram at læra aðrar at partrola.
Rógvi sigur, at hesin pakki ber í sær, at Vónin er við frá byrjan, bæði við vitan, tøkum serkunnleika og reiðskapi.
- Vit hava fingið ein hóp av fyrispurningum, og mong eygu eru í løtuni vend higar til lands at fáa størri kunnleika til henda veiðihátt – ikki minst, nú oljan er so dýr, og eingin veit, hvar oljuprísurin í framtíðini endar.
Men tað er ikki bara orkusparing við at partrola. Hetta er eisini ein sparing í reiðskapi og sliti – og ikki minst er veiðan størri við partroli fyri hvønn tóvtíma.
Tað fara vit at venda aftur til í aðrari samrøðu við Rógva.
Í Fraklandi
Hann sigur, at fyrispurningarnir, sum Vónin hevur fingið, í fyrsta lagi eru úr Íslandi, Fraklandi og Póllandi, men fyrispurningar eru eisini úr øðrum londum, eitt nú Kanada.
Ítøkiliga samstarvið við fraklendingar byrjaði við, at ein franskur reiðari og ein skipari vóru í Føroyum fyri umleið trimum mánaðum síðan og sluppu at síggja, hvussu partrol virkar umborð á ísfiskatrolarunum, Baki og Stelki.
- Vit seldu teimum trol og grunn og fóru til Fraklands at hjálpa teimum at rigga reiðskapin til. Síðan fóru tveir royndir føroyskir skiparar, Agnar Joensen og Eyðfinn Jacobsen, út við skipunum tann fyrsta túrin at læra teir tað grundleggjandi við partroli.
Rógvi sigur, at afturmeldingarnar, sum felagið síðan hevur fingið úr Fraklandi, eru framúrskarandi, og fraklendingar eru sera væl nøgdir.
- Royndin hjá hesum felag hevur ført við sær, at onnur reiðaríir í Fraklandi eisini hava vent sær til okkara.
Bæði Agnar og Eyðfinn eru royndir við partroli. Agnar hevur verið við heilt frá byrjan, og Eyðfinn hevur roynt í eini 15-16 ár við partroli.
Í Íslandi
Men Vónin hevur ikki bara verið í Fraklandi og lagt reiðaríum og trolmonnum lag á.
- Fyri trimum vikum síðan vóru vit eisini í Íslandi og løgdu einum reiðaríi, Brim Seafood, lag á. Hetta er eitt stórt felag, sum ræður yvir næst flestu fiskiveiðikvotunum í íslendskum sjógvi.
- Eg og Agnar Joensen vóru fyrst á Akureyri og hjálptu teimum at rigga reiðskapin til - og kunnaðu teir um, hvussu vit gera. Síðan fóru Agnar og Eyðfinn sum serfrøðingar og royndir skiparar út við skipunum, ein umborð á hvørjum skipi.
Rógvi sigur, at Vónin hevur frætt úr Íslandi, at skipini hava havt góð úrslit, síðan teir byrjaðu at partrola.
- Trol og grunnur, sum vit hava latið teimum, hava riggað óføra væl, og sjálvt partrolara-prinsippið, sum hann rópar tað, er við at koma upp á pláss hjá teimum.
At fáa í lag
Men slíkt samstarv kemur ikki í lag av sær sjálvum, og tí spurdu vit Rógva Joensen, hvussu Vónin soleiðis er komin út um landoddarnar við sølu av reiðskapi og vitan.
- Tað fyrsta, eg gjørdi, tá ið vit royndu okkum í Íslandi, var at bjóða útgerðarstjóranum hjá Brim Seafood, sum eg hevði møtt har yviri, heim til Føroya. Maðurin er Reynir Georgsson, og hann slapp umborð á Jaspis og Ametyst at hyggja, hvussu alt riggar. Reynir var rættiliga hugtikin og fór síðan aftur til Íslands at royna at sannføra leiðsluna í felagnum um, at partrol er nakað, sum vert er at royna.
Rógvi sigur, at boð komu aftur úr Íslandi við fyrispurningi um, hvørt tveir skiparar hjá teimum kundu sleppa umborð á tveir partrolarar at síggja, hvussu hetta riggar.
- Hetta vóru skilamenn, sum komu úr Íslandi, men tá ið teir komu til Føroya, tóktust teir heldur negativir og vístu seg ikki at vera nakað serligt við upp á hetta. Teir sluppu umborð á Safir og Smaragd – men tá ið teir komu í land aftur, vóru teir meira positivir og sóu møguleikar við hesum veiðihátti.
Seinni kom so endaligur fyrispurningur úr Íslandi um veiting av reiðskapi og vitan til at koma í gongd.
Í fremstu røð
Rógvi sigur, at síðan teir leveraðu reiðskap og "know how" til íslendska felagið, eru nógv vakin eygu í Íslandi, sum fylgja við, hvussu gongst hesum trolarapari.
- Eg haldi ikki, at vit føroyingar standa aftanfyri aðrar, tá ið ræður um veiði í baldrutum sjógvi og á ringum botni. Vit hava nógva vitan, sum vit kunnu selja til aðrar. At selja trol og reiðskap er í sær sjálvum eingin trupulleiki, men tað týdningarmesta í slíkum føri er, at keyparar duga at brúka reiðskapin, so hann kemur til størstu nyttu.
Rógvi Joensen leggur dent á, at hetta er reiðskapur og vitan, sum Vónin saman við nógvum skiparum – og ígjøgnum mong ár – hevur ment til tað, hann er í dag.
- Íslendingar og aðrir hava lært okkum nógv, men í hesum førinum eru tað vit, sum læra aðrar, og eg ivist onga løtu í, at føroyingar á hesum øki – og øðrum við - kunnu læra umheimin nakað, sum vit duga betri enn flestu aðrir, sigur hann.