Um 25 ár er P/f Norðurlandahúsið í Føroyum (Nordic Conference and Culture Centre LTD) langt síðani selt og einskilt og skrásett á øllum norðurlendskum virðisbrævamarknaðum.
Tað vil siga, at tann størri parturin er einskildur. Tað er framvegis til politiska umhugsan í landsstýrinum, um tað almenna skal selja seinastu tveir triðingarnar av sínum parti.
Føroyingar komu við 34 prosentum, tá húsið varð bygt. Hini 66 prosentini vórðu tikin frá kassadamum og vaskikonum í arbeiðarabýlingunum í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra og Svøríki. Tað helt eingin var mannminkandi fyri føroyingar. Soleiðis at fáa pengar frá øðrum.
Kursurin á partabrøvunum í Norðurlandahúsinum sveiggjar á Krossmessu í 2033. Hann hækkaði ikki sørt eitt vet ella meira enn tað , tá fyrrverandi amerikanski forsetin Barrack Obama var í Salinum og vendi. Fyrrverandi Obama hugtók tann partin av fjøldini, sum hevði ráð at lata eina vikuløn hjá hinum partinum av fjøldini fyri ein tíma, hann hugtók við fyrilestri sínum um framgongdina hjá demokratinum í Iran og annars við leysum og føstum um veður og vind. Hann siteraði eisini Carl Jóhan Jensen, men tað ávirkaði ikki kursin á partabrøvunum. Og fyrrverandi Obama varpaði upp glærur við litmyndum av flagtekjuni á ellisheiminum hjá Hill og Billhjúnunum.
Fyrrverandi amerikanskir forsetar og fyrrverandi amerikanskir líkaviðforsetar eru ein stórur fongur hvørja ferð hjá lítlu tjóðini, sum í øllum sínum gitna gestablídni letur satelittarnar MTV og AA sveima rundan um stórmennini.
Vinnuhúsið er stórt, men har er kortini ikki pláss. Norðurlandahúsið er størri.
Framtíðini kemur av sær sjálvari. Keypið partabrøv í P/f Norðurlandahúsið í Føroyum (Nordic Conference and Culture Centre LTD) frá teimum, sum vilja selja tann 8.mai í 2033. Tað kann gerast ein góð íløga, hvør veit. Ella bíðið til 2048, tá politiska umhugsanin í landssstýrinum er liðug.
Vorðið sum skítbýtt framtíðarlýsing? Tað venda vit aftur til um 25 ár.
Strikaðar stjørnur
Føroysk mentan er, at mentan skal ikki kosta kassanum hjá okkum øllum alt ov nógv. Konturnar verða vigaðar fleiri ferðir, tá fíggjarlóg verður skrivað. BMI er 15.
Tíverri hava hini Norðurlondini fingið snevilin av føroyska modellinum. Mentanin skal ikki kosta felags norðurlendska kassanum alt ov nógvar pengar.
Norðurlandahúsini noyðast at klára seg fyri minni ella finna pengar aðra staðni. Mentan skal eisini geva avlop í pengum og ikki bara í menning og sálarbót. Listastevnan helt uppat, tí hon kostaði ov nógv.
Norðurlandahúsið í Føroyum byggir uppí, ikki til listastevnur men til stevnur, sum geva pengar, ráðstevnur. Ráðstevnur um alt møguligt, uttan mentan.
Tá vit skulu heilt upp hagar sum halastjørnurnar sveima, leiga arbeiðsgevarar Norðurlandahúsið til internasjonalar kongressir um veðrið, sum í Føroyum framvegis er danskt málsøki, men skal hertakast i frælsisstríðnum.
Tá eg hin morgunin kom til arbeiðis og sá stjørnurnar og strikurnar veittra í norðurlendska grannatúninum, spurdi eg meg sjálvan ”hví fanin skal ein líkaviðognæstan amerkanskur forseti upptraðka í norðurlendsku mentanarborgini í Føroyum?”.
Flaggið, sum ímyndar krígsgreði, yvirgang, gudiligan fanansskap, paranoya og arrogansu.
Hví strikaði eingin stjørnurnar? Ókey, olympiski eldurin hevði heldur ikki verðið sløktur í Føroyum, kom hann hendan vegin a leiðini til Kina.
Tá vit høvdu norðurlendska filmsstevnu í Norðurlandahúsinum í 1989 slapp sámiska flaggið ikki at veittra á matriklinum hjá Norðurlandahúsinum. Hóast høvuðsverkið á stevnuni var sámiskt. Tað kundi fornerma norðmenn, svenskarar og finnar at vísa flaggið hjá sámum. Slíkt kallast diplomati.
Í norðurlendsku familjuni fornermar mann ikki hvønn annan. Vit eru fitt.
Ráðstevnur um umhvørvi í Føroyum. Føroyingar í slipsi skíta eins og allir aðrir føroyingar á umhvørvið. Tað er bara har og fer ongan veg. Heimsins reinasti sjógvur og økologisk riv í ovninum. Og so hatta har seg og tvey. Tað kunnu onnur eiga og orðna. Hjá okkum er so lítið av tí í stóra samanhanginum, at vit kunnu kalla tað seg og eitt.
Kontórherurin
Í Norðurlendska ráðharraráðnum og í Norðurlandaráðnum arbeiða nógv fólk. Tey skulu sjálvandi alla tíðina hava okkurt at gera. Tí verða allar skipanir, allir stovnar, allar verkætlanir endavendar soleiðis á leið fimta hvørt ár. Sama um tær rigga væl ella ei.. Sama um tær hava fyri neyðini at verða endurskoðaðar. Kontórherurin hvessir vápnini. Hann legði Baltalondini undir seg og vísti fyri sær har. USA hevur ikki einarætt til at vísa øðrum, hvussu demokrati eigur at virka.
Skrivstovustórveldið var síðani komið langt inn í útnyrðingsrussland, tá veðrið enn eina ferð bjargaði russum burtur úr innrás.
Við eitt rendu farteldusoldátarnir seg í globaliseringina og veðurlagið. Bumm! 60 milliónir krónur í 2008 til globalisering og klimakongress. Nú skal allur heimurin frelsast, ikki bara nakrar promillur av Russlandi. Milliónirnar, tær 60, eru tiknar frá millum annað mentanini. Heldur ikki Norðurlandahúsið í Føroyum sleppur undan at lata, nú talvan gongur til frama fyri globala sjaskveðrið.
Tað er stórt spell, at Norðurlandahúsið noyðist at hugsa um business eisini, og ikki bara um mentan.
Endamálið hjá Norðurlandahúsinum var, og er enn sambært heimasíðuni hjá húsinum, ”at fáa norðurlendska mentan til Føroya og at fáa føroyska mentan til onnur Norðurlond umframt at stuðla føroyskari mentan.”
Vit hava í Føroyum so harðliga brúk fyri Norðurlandahúsinum við júst hasum endamálinum. Einum stovni, sum kann geva okkum annað enn til dømis danska skramblið í føroyska sjónvarpinum og amerikonsku skræpuna í Havnar Bio.
Vi t hava brúk fyri einum, sum kann bjóða tað besta í heiminum til Føroya uttan at spyrja, hvat tað kostar. Vit hava brúk fyri einum húsi, sum kann vísa filmar, sum eru verdir at síggja, hóast filmstólini fóru á Sandvíkarhjalla.
Vit hava brúk fyri teimum, sum vilja brúka pengar til mentan í Føroyum. Tað ger einki, um tað eru útlendingar. Danskarar eru eisini vælkomnir.
Pengar inn – stórsinni út
Okkara fólk í Norðurlandaráðnum og ráðharraráðnum eiga at ávara móti hesum skaðiliga rákinum, at alt skal stýrast eftir handilsligum treytum, eisini mentanin, sum eina ferð var flaggskipið hjá norðurlendska samstarvinum.
Norðurlandahúsið hevur týdning fyri føroyingar. Norðurlandahúsið verður millum annað brúkt, tá skattalættin hjá fiskimonnum skal rættvísgerast. Fiskimenn skulu hava skattalætta, tí teir kunnu ikki brúka Norðurlandahúsið, teir eru ikki heima.
Fiskimannafelagið hevur aðalfund í Norðurlandahúsinum millum jólini og nýggjárið. Tá eru allir fiskimenn heima. Eitt prosent av teimum er á aðalfundi í Norðurlandahúsinum.
Norðurlandahúsið er langt síðani vorðin partur av føroyska samfelagnum. Men eru pengarnir komnir inn høgrumegin. Vektin er nullstillað. Business fyri stórsinni. Um nøkur ár verður Norðurlandahúsið gjørt til alment partafelag, sum hevur tað endamál at vera ramma um ráðstevnur og mentanarlig tiltøk. Síðani verður felagið einskilt, prospekt verður skrivað, kursur ásettur, nógvar gitingar og eingi svør og so verður selt, uttan sjálvandi teir tveir triðingarnir hjá landsstýrinum.
Stórt hús mitt í føroyska høvuðsstaðnum, góðar umstøður at hava ráðstevnur, CIA vardar bakdyr og flagtekja. Flaggstengur til eitthvørt høvi, ov fá bilpláss og útlisiterað kaffistova.
Gras, glas, fjas ella Gore, (back)door, bore.
Høgni Djurhuus










