Ozonhol uppi yvir USA

Vísindafólk á lærda Harward-háskúlanum hava funnið eitt hol í ozonlagnum uppi yvir USA, og vísindafólkini dylja ikki fyri, at hetta kom púra óvart á tey, og at tað eigur at geva amerikanarum nakað at hugsa um.

Vísindin hevur fleiri ferðir staðfest hol í ozonlagnum uppi yvir køldum økjum so sum Antarktis. Men í USA hevur tað verið óvanliga heitt í summar við fleiri hitametum. Amerikonsku vísindafólkini siga, at kann hol koma á ozonlagið uppi yvir USA, kann hetta henda allastaðni í heiminum.

Á heimasíðuni hjá Harward stendur, at tað var av tilvild, at vísindafólkini varnaðust ozonholið uppi yvir USA.

Ozonlagið hevur stóran týdning fyri okkum á jørðini, tí tað verjir okkum ímóti skaðiligum geislingum frá sólini.