OYL-umsóknin skal nú dagførast

Síðst í februar skal føroyska umsóknin um at hýsa Oyggjaleikunum í 2019 dagførast

Tá ið Ítróttarsamband Føroya (ISF) í fjør sendi umsókn til altjóða Oyggjaleikafelagsskapin (IIGA) um at hýsa leikunum í 2019, var fyrivarni tikið í umsóknini fyri treytunum, sum vanliga verða ásettar teimum, ið skipa fyri leikunum. ÍSF boðaði í umsóknini frá, at í løtuni eru Føroyar ikki eru førar fyri at hava 12 ítróttargreinar á leikunum, sum krav annars er um.

ÍSF upplýsti tá, at arbeitt verður við at byggja golfvøll í Føroyum, og at hesin skal verða klárur at brúka í 2019, so at golf kann verða 12. ítróttargreinin á leikunum í Føroyum.

Síðani hava tingingar verða millum ÍSF, landsstýrið, Tórshavnar kommunu og onnur um byggingina av golfvøllinum.

Fyri viku síðani fekk ÍSF skriv frá IIGA, har biðið varð um, at føroyska umsóknin um vertsskapin í 2019 nú verður dagførd og send hinum limalondunum í seinasta lagi 28. februar. Harvið skal ÍSF koma við einari fráboðan um fyrivarnið, sum var tikið i upprunaligu umsóknini.

Og líkt er til, at nú verða ítøkilig stig tikin til, at golfvøllurin kann byggjast í Føroyum. Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, hevur upplýst, at landið fer at veita endurgjald fyri lendið, ið skal brúkast til golfvøllin. Hetta hevur verið ein treyt frá Tórshavnar kommunu, sum annars hevur átikið sær uppgávuna at byggja golfvøllin.

- Vit fegnast um, at tað hendir nakað ítøkiligt viðvíkjandi golfvøllinum, sum føroyska samfelagið fer at fáa stóra gleði av. Hetta snýr seg ikki bert um at gera ein vøll til Oyggjaleikirnar. Ein golfvøllur fer at skapa heilt annað grundarlag hjá føroyingum at spæla golf í Føroyum, og eisini kann ferðavinnan fáa stóran ágóða av vøllinum, sigur Petur Elias Petersen, forseti í Ítróttarsambandinum.