OYL 23: Svimjilegenda hjá Guernsey væntar vertslandið vinnur oyggjaleikirnar

Seinast Guernsey var ovast á heiðursmerkjayvirlitinum á oyggjaleikunum var í 2011

Tom Hollingsworth verður flagberi hjá Guernsey (Mynd: BBC Guernsey)

Tá oyggjaleikirnir vera settir á Guernsey í morgin klokkan 18 verður tað svimjilegendan á Guernsey, Tom Hollingsworth sum verður flaggberi hjá vertslandinum. 

 

Tom Hollingsworth fekk sína oyggjaleikadebut tá oyggjaleikirnir seinast vóru á Guernsey í 2003.

 

Í samrøðu við BBC Guernsey sigur Tom Hollingsworth, at hann hevur góður vónir um, at Guernsey hesaferð kunnu enda ovast á heiðursmerkjayvirlitinum og vinna oyggjaleikirnar.

 

Guernsey hevur ikki verið ovast á heiðursmerkjayvirlitinum síðani oyggjaleikirnar á Oynni Wight í 2011. Við seinastu oyggjaleikirnar í Gibraltar í 2019 var Guernsey nummar fýra á heiðursmerkjayvirlitinum.

 

Við BBC Guernsey sigur Tom Hollingworth: - Eg haldi okkara møguleikar eru veruliga góðir hesaferð. Vit vóru nær við at enda millum tey fremstu við seinastu oyggjaleikirnar. og eg vænti, at stuðulin á heimavølli gevur okkum ein eyka góðan møguleika at enda ovast á heiðursmerkjayvirlitinum hesaferð, sigur Tom Hollingworth. 

 

Tom Hollingworth, ið kann sigast at vera "Pál Joensen" hjá Guernsey hevur vunnið heili 49 oyggjaleikaheiðursmerki. Hann hevur eisini umboðað Guernsey til Commonwealth leikirnar.

 

Tom Hollingworth, ið er 35 ára gamal gleðir seg serliga til svimjikappingararnar. Hann sigur við BBC Guernsey, at seinast leikirnir vóru á Guernsey í 2003 var so nógvur rómur í svimjihøllini, at tað ber ikki til at greiða frá tí. Tom Hollingworth gleðir seg til at fáa enn eina minniliga viku 20 ár aftaná debutina hjá sær. 

 

 

 

 

 

Tom Hollingsworth verður flagberi hjá Guernsey (Mynd: BBC Guernsey)