Oyggjaleikir missa túsund ítróttarfólk

Tilmeldingarnar til Oyggjaleikirnar í summar geva ábendingar um, at nógv færri luttakarar verða við hesaferð, enn tað vóru fyri tveimum árum síðani á Isle of Wight.

 

Í 2011 vóru 3200 ítróttarfólk við í kappingunum á Isle of Wight, og tað eru størstu Oyggjaleikir nakrantíð. Nú freistin av álvara nærkast fyri tilmelding til leikirnar á Bermuda í juli, siga fyrireikararnir, at 2.000 ítróttarfólk hava skrásett seg. Endaliga freistin er 1. mai.

 

- Vit hava allatíðina vitað, at tað fóru at verða færri luttakarar á leikunum hesaferð, tí tað er dýrt at ferðast til Bermuda og búgva har, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Ítróttarsambandi Føroya.

 

Hann fegnast tó um, at Føroyar luttaka við á leið sama tali á ítróttarfólkum hesaferð sum seinast – umleið 100 ítróttarfólk.

 

- Føroyar hava bjóðað seg til at fyriskipa leikunum í 2019, og tí hava ÍSF og landsins myndugleikar mett tað hava stóran týdning, at vit vísa áhuga komandi leikirnar – eisini tá leikirnir eru á fjarskotnum støðum sum Bermuda.

 

Aðrar oyggjar hava munandi færri ítróttarfólk við, og slatur gongur um, at Rhodos als ikki fer at luttaka hesaferð. Tað verður greitt um eina góða viku.

 

Størsta liðið á komandi Oyggjaleikunum verður Bermuda við 300 luttakarum, leiðarum og hjálparfólki. Síðani kemur Guernsey við 218, og Føroyar standa skrásett við samanlagt 158 fólkum til leikirnar hesaferð.

Oyggjaleikirnir á Bermuda verða hildnir í døgunum frá 13. til 19. juli .