Oyggjaleikir byggja brýr millum oyggjalond

Oddagrein

Leygarkvøldið vórðu 11. Oyggjaleikirnir settir í hetlendska høvuðsstaðnum Lerwick. Ikki færri enn 24 ymsar oyggjar eru við í leikunum hesaferð, og tað má sigast at vera einki minni enn eitt bragd, at tað hevur eydnast at savna so nógvar oyggjar til slíkar ítróttarleikir.

Føroyar eru við í Oyggjaleikunum við nærum hálvtannað hundrað luttakarum. Lat okkum alt fyri eitt ynskja føroysku luttakarunum góða eydnu, góða kapping og gott vinarlag. Sjálvandi vóna bæði okkara luttakarar og øll tey mongu, sum fylgja við leikunum, at Føroyar fara at standa seg væl.

Tað er sera hugaligt at vita sær, at tað hevur eydnast at menna leikirnar ár undan ári við fleiri luttakandi oyggjum og eisini nýggjum ítróttargreinum.

Vit eru so von við bara at vera eygleiðarar til stórar altjóða ítróttarleikir sum nú Olympisku leikirnar. Uttan at nakran hátt at undirmeta teir leikirnar, so má tó sigast, at Oyggjaleikirnir fyri okkum føroyingar hava sera stórt virði, tí umframt at geva ungfólki møguleika at dystast á vølli og fáa upplivingar og vinfólk, so eru hesir leikir eisini við til at byggja brýr millum oyggjalond og oyggjatjóðir nær og fjar.

Tann sannroynd at ikki færri enn hálvthundrað bátar eru farnir úr Føroyum til Hetlands at uppliva leikirnar og stuðla okkara fólkum er prógv um tann breiða týdning, sum leikirnar hava.

Leikirnir geva okkum høvi til at uppliva mentanina hjá hvørjum øðrum. Teir kunnu eisini vera ein náttúrligur pallur fyri at víðka handilsligt og vinnuligt samstarv. At bæði løgmaður og borgarstjórin í høvuðstaðnum eru við á leikunum gevur boð um, at her er eisini talan um annað enn kapping á vølli. Tað snýr seg so sanniliga eisini um at knýta bond av ymsum slag.

Tað fólksliga og mentanarliga innihaldið, sum leikirnir eisini leggja upp til, er nakað, sum vit eiga at meta høgt og hjúkla um. Hetta at okkara ungdómur kemur út um landoddarnar at royna seg í kapping er sera gott, tí tað gevur eisini sama ungdómi atgongd til so mong onnur lívsvirði, her ikki minst at læra onnur fólk og aðrar mentanir at kenna. Úrslitið av tí kann gerast virðing fyri og tolsemi við fólk, sum kanska ikki hugsa eins og vit og bera seg at eins og vit.

Latið tí Oyggjaleikirnar umframt at vera ítróttarkapping við øllum tí góða, sum hon hevur við sær, eisini vera eitt mennandi og sambindandi lið millum fólk og oyggjatjóðir. Tað skal vera okkara vón, at øll okkara ungu fólk koma heimaftur í øllum góðum og við nógvum heiðursmerkjum. Eisini Sosialurin er við til Oyggjaleikirnar við ikki færri enn tveimum journalistum og einum fotografi. Vónandi fara okkara lesarar at fáa nógvar áhugaverdar og spennandi upplivingar gjøgnum okkara dekning av leikunum komandi vikuna. Góðar Oyggjaleikir øll somul.


Sosialurin