Ovi og Jákup ikki við í Vági

Vágbingar eru so væl fyri, sum tað ber til, tá ið teir í morgin fara at taka ímóti KÍ, sum framvegis tevjar bronsuna

UPPTAKT


Í dag fara klaksvíkingar til Vágs. Á Vágseiði skulu teir seinnapartin í morgin royna at halda tørn um møguleikan at vinna bronsukrónurnar og harvið at enda jubileumsárið væl betri, enn tað mesta partin av kappingarárinum hevur sæð út til, at teir skuldu fara at gera.
                      KÍ kundi havt verið betri fyri við fólki, enn teir eru hesa ferð. Tveir av lyklaspælarunum eru burturi frá. Annar er málverjin, Jákup Mikkelsen, og hin er fremsti álopsspælarin, Ovi Nysted. Ovi er leikbannaður, og Jákup er skaddur. Landsliðsmálverjin hevur ikki vant í vikuni, og tað er rættuliga ivasamt, um hann verður tøkur, tá ið KÍ í síðsta umfarinum fer at spæla á heimavølli ímóti ÍF. Dreingjaliðsspælarin Mathias Samuelsen fer at verja málið. Frammi á vøllinum verða onkrar smávegins umskipingar. Eyðun Klakstein, sum varð tikin út eftir fyrra umfarið móti HB, verður aftur á miðvøllinum, meðan Jacob Bymar verður fluttur av miðvøllinum og fram í álopið.
                      Um Jákup Mikkelsen fer at verða førur fyri at fara við landsliðnum til Kypros og Írlands er framvegis ein opin spurningur, men eingin ivi er um, at Jákup ógvuliga fegin vil vera við á síðstu landsliðsferðini í hesum árinum.
                      KÍ hevur ikki tapt síðani í tólvta umfarinum, tá ið teir taptu stórt á Eiði. Síðani hava teir í fýra uppgerðum fingið tíggju stig. So mong stig hava í fýra teimum seinastu umførunum hava bara HB og KÍ fingið.
 
Nú eru allir tøkir
Hjá VB hevur tað ikki hilnast nakað serligt síðstu tíðina. Í teimum sjey dystunum síðani summarsteðgin hava teir fingið seks stig. Tey hava teir fingið í heimasigrum ímóti NSÍ og EB/Streymi.
                      Nú er tað greitt, at VB skal finna sær nýggjan venjara. Hans Nielsen flytir aftur til Havnar, og í morgin fer hann fyri síðstu ferð at hava ábyrgdina av VB liðnum á Vágseiði.
                      Síðsta sunnudag vóru Poul N. Poulsen og Eyðun Jacobsen leikbannaðir. Teir eru báðir tøkir aftur. Allir teir, sum síðsta sunnudag vóru í Gundadali og spældu ímóti B36, eru eisini tøkir hesa ferð.
                      VB fer ikki úr bestu deildini, og teir hava ongan møguleika at vinna heiðursmerkir. Síðstu tíðina hava teir í Vági vant tríggjar ferðir um vikuna, men tað verður avgjørt ikki roknað við, at teir fyri tað eru verri fyri at spæla ímóti KÍ.