Ovfarin av føroyska sangskattinum

- Eg var eitt sindur kløkkur av, hvussu nógvar góðar sangir føroyingar eiga, sigur Fríðrik Ómar, sum á nýggjari útgávu syngur føroyskar sangir, ið eru týddir til íslendskt

Hann var ikki meira enn fimm ára gamal, tá ið hann legði til brots sum trummusláari. Men nøkur ár seinni varð hann lokkaður at syngja í skúlanum, og tað gjørdi hann so væl, at hann helt fram við at syngja og vann fleiri sangkappingar í Akureyri, haðani hann er ættaður.

Hann eitur Friðrik Ómar, hann er 28 ára gamal, og hann telist nú millum teir kendu íslendsku tónleikararnar. Hann hevur sungið og spælt á fleiri útgávum, hann hevur verið stjørna í sangleiki, hann hevur umboðað Ísland í altjóða Tónleika Grand Prixnum, og nú er hann eisini farin at syngja føroyskar sangir.

Tað ger hann á útgávuni Vinaløg, sum hann og Jógvan Hansen í felag geva út.

Hugskotið er, at Jógvan syngur 10 kendar íslendskar poppsangir, sum eru týddir til føroyskt, og Friðrik Ómar syngur 10 kendar føroyskar sangir, sum eru týddir til íslendskt.

Fløgan kemur út í Føroyum leygardagin, og leygarkvøldið hava teir báðir útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í Havn.


Súrligar nætur

Jógvan Hansen hevur valt teir 10 sangirnar, sum Friðrik Ómar syngur á nýggju útgávuni, og millum sangirnar eru Eros, Tey Dansa Eins Og Skuggar og Syngja Sama Lag.

- Eg var eitt sindur kløkkur av, hvussu nógvar góðar sangir føroyingar eiga. Í grundini visti eg ikki, at Føroyar hava ein slíkan sangskatt, sigur Friðrik Ómar.

- Tað hevur verið sera stuttligt at syngja hesar sangirnar inn, og skal eg taka nakran av teimum føroysku sangunum fram um aðrar, so má tað vera Súrligar Nætur Í Keypmannahavn, og tað er kanska helst tí, at tað liggur longst frá tí, sum eg havi sungið her í Íslandi.

Friðrik Ómar hevur ferðast nógva staðni við tónleikinum, men hann hevur ongantíð áður verið í Føroyum.

- Eg gleði meg sera nógv til at sleppa á pallin í Føroyum, at uppliva landið og hitta fólk, sigur hann.

Stúrir tú fyri at syngja teir kendu føroysku sangirnar í Føroyum?

- Nei, tað geri eg ikki. Eg gleði meg til tað.