Tveir dystir eru spældir í Hvonndeildini hjá kvinnum í dag.
Í høllini á Hálsi hittist toppur og botnur, tá ið Neistin tók ímóti StÍF. Neistin er oddalið í deildini, meðan StÍF undan dystinum var nummar fimm og 11 stig eftir Neistan. Tískil var væntað, at bláu heimakvinnurnar fóru at vinna tey tvey stigini, men púra óvæntað endaði dysturin 20-22 til StÍF. Hálvleiksstøðan var 12-12.
Eisini var dystur suðuri í Vági, har VB og VÍF hittust. Sum væntað vunnu vestmenningar dystin. Dysturin endaði 21-24 til VÍF. Hálvleiksstøðan var 9-12.
Neistin er framvegis oddalið í deildini við 15 stigum. Síðani hevur Kyndil 14 stig, og teimum á baki kemur VÍF, ið hevur 12 stig. Á fjórða plássi er StÍF við 6 stigum. Niðastu liðini í deildini eru Stjørnan og VB, sum hava ávíkavist 5 og 2 stig.
Málskjúttarnir úr dagsins dystum kunnu síggjast niðanfyri.
Neistin-StÍF 20-22
Neistin: Eir Berg 5, Lilja Mohr 4, Marjun Danberg 4, Ása Dam á Neystabø 3, Brynja Høj 2 og Birita Jacobsen 2.
StÍF: Rebekka Justinussen 7, Guðrið Poulsen 6, Fríðrún Danielsen 6, Erla Petersen 1, Guðrun Gærdun 1 og Birna Tummasardóttir 1.
VB-VÍF 21-24
VB: Danijela Mistric 7, Ingrida Koudyte 6, Helga Kjærbo 5 og Una Nolsøe 3.
VÍF: Marianna Holm Jacobsen 9, Agnas Olsen 6, Ronja Johannesen 4, Daniella Joensen 2, Kathe Frederiksen 1, Annika Poulsen 1 og Beinta Sveinbjørnsdóttir 1.
Støðan í Hvonndeildini :









