Ov nógvir høvdingar

Kári á Rógvi løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins
-----

Sjálvstýrisflokkurin vil, at føroyingar sjálvir stýra landi sínum eftir egnum fortreytum. Vit vilja hava egna grundlóg, rættarskipan og fyrisiting – men lagað eftir júst okkara umstøðum.

Onkur kundi fáa ta fatan av grein í Dimmalætting, at vit bæði løgtingsstýran liggja í onkrum kegli. So er ikki. Haldi meg kunna siga fyri vist, at aldri er øvugt orð fallið okkara millum, hvørki í munnligum ella skrivligum samskifti. Kvettroyndir liggja langt frá míni stig-fyri-stig tilgongd.

Vit hava tó ávísa heimspekiliga trætu um lóg og stjórn. Hon heldur uppá, at føroyingar mugu taka fullveldi til tess at fáa fleiri heimildir; eg meti at vit sum Ísland og Noreg á sinni kunnu liva leingi í samveldi við onnur lond og samstundis hava egna stjórnarskipan við ásetingum um rættindi fólksins og valdsbýti ið er tillagað til umstøður og fatanir okkara. Men sum vandir juristar liggja vit ikki og ‘knúlvast úti á vegnum’ sum yrkjarin tekur til. Vit eru í áhaldandi sakligum orðaskifti.

Uppskotið um at taka av ásetingar um løgtingsstjóran spretta úr fatan míni, at í einum landi við fáum indianarum ber ikki til at hava ov nógvar høvdingar. Vit tykjast at skriva av frá dønum og stovna nógvar fyrisitingar, sum allar skulu hava sín stjóra. Ráddi Sjálvstýrisflokkurin, so vóru færri stovnar, færri høvdingar. Kári P. syngur um, at ‘fólkið skal spara’ – vit byrja heldur úr erva.

Sjálvstýrisflokkurin hevur soleiðis áhaldandi skotið upp, at vit spara á tingi, millum annað við at taka av tær dupultu lønirnar, sum landsstýrisfólk fáa, um tey fara aftur í tingi. Til ber at fara munandi upp í løn við at verða koyrdur frá, hóast meiningin var at tryggja landsstýrisfólki sømiligar umstøður, um tey gjørdust arbeiðsleys, so er tað nú fíggjarligur vinningur at verða sendur til hús.

Tá ið fiskivinnan megnar at framleiða tað sama við færri fólkum, so má fyrisitingin eisini megna antin at gera tað sama við færri fólkum ella framleiða meira við somu fólkum. Allur framburður byggir á hesar grundreglur fyri øktum skilvísi. Sambært heimasíðuni www.logting.fo eru 12 indianarar á løgtingsskrivstovuni. Løgtingsformaður við nøktandi útbúgving ella royndum eigur at kunna stýra so lítlari umsiting uttan at millumleiðara. Í hvussu er má hann sleppa at seta liðið frítt.

Orðaskiftið við fyrstu viðgerð av hesum lítla uppskoti vísti eisini – dimmulesarar kunnu lurta eftir tí á netinum – at tingfólk eru samd um, at stjórin skal ikki umrøðast í tingskipanini. Heldur eigur umsiting tingsins at verða nevnd. Rættarnevndin er samd um, at tingformaðurin eigur at leggja fram uppskot um heldur at brúka orðingina “umsiting” enn “stjóri.” Semja um stig fyri stig tilgongd er júst vón mín, so eg havi tikið mítt uppskot aftur og vænti at síggja uppskot frá løgtingsformanninum á ólavssøku.

Rætta lógina
Men hvat við løgtingsstjóranum? Jú, helst skemtar stýran, tá ið hon sigur við Dimmu, at hon gleðir seg at fáa løn fyri onki at gera. Sum góður tænastumaður og runnin tjóðskaparumhvørvinum á Velbastað er hon sjálvandi til taks hjá Føroya landi. Kundi hugsa mær at sett hana í komandi føroyska landsrættin. Hon er ímynd av óheftum juristi. Vit hava avrátt við danir, at vit kunnu stovna føroyskan landsrætt – og stjórnarskipanin fæst neyvan at virka uttan – á tann hátt fáa vit nøkur vællønt arbeiðspláss og alla inntøkuna frá rættargjøldum heim til Føroya. Betri tænastu, fleiri inntøkur, tey somu fólkini fáa meira frá hondini. Færri høvdingar – ódýrari at vera indianari.