Nú tíðarkrevjandi sáttmálasamráðingarnar eru av, hevur Havnar Arbeiðskvinnufelag góðar stundir til at loysa aðrar uppgávur.
Ein av hesum uppgávum er fáa skil á sáttmálaviðurskiftini á gistingarhúsum og matstovum.
Sáttmáli er fyri økið, men sambært Vígdis Johannesen, forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag, er tað bara Hotel Hafnia í Tórshavnar kommuna, sum gongur eftir sáttmálanum. 62N Airport Hotel í Vágum brúkar eisini sáttmálan.
- Starvsfólkini eru ikki nóg væl skipað i fakfelag, og eg eri ikki vís í, at tey verða lønt eftir sáttmálanum, sigur Vígdis Johannesen.
Hon hevur einki einvíst svar upp á spurningin, hví matstovur hava ilt við at fáa fólk.
Orsøkin kann vera, at arbeiðið er strævið, men tað kann eisini vera, at starvsfólkini fáa minni enn sáttmálaløn, sigur hon.
Sambært sáttmálanum er tímalønin hjá starvsfólkum á matstovu og gistingarhúsum 113,79 kr og ískoyti fyri kvøld-, náttar-, vikuskiftis og halgidagsarbeiði.