Ov fá donsk børn koppsett móti meslingum

Meslingar smitta illa, og fleiri donsk børn mugu koppsetast, um beinast skal fyri meslingum í Danmark, sigur danski Serumstovnurin.

 

Nøkur túsund donsk børn í aldrinum eitt til fýra ár eru ikki koppsett móti meslingum. Tí er hugsandi, at bara nakrir fáir tilburðir av smittusjúkuni kunnu hava við sær, at talan kann gerast um eina farsótt, sigur Anders Koch frá Serumstovninum við blaðið Politiken.

 

Hetta sigur Anders Koch, sum er lækni, professari og serfrøðingur í smittusjúkum, í sambandi við, at átta meslingatilburðir eru skrásettir í Svøríki. Hóast bara fimm tilburðir av meslingum eru skrásettir í Danmark tað seinasta árið, so heldur ovasti danski myndugleikin innan økið, at ov fá børn í Danmark verða koppsett.

 

- Meslingar smitta verri enn nøkur onnur sjúka, sum vit vita um. Samstundis kunnu meslingar elva til heilabruna, sigur danski læknin, sum harmast um, at ikki nóg nógv børn verða koppsett.

 

Tvær koppsetingar tey fyrstu fýra árini í lívinum hjá barninum eru nóg mikið til at verja bæði barnið og fólkið fyri meslingum. Sagt verður, at um 95 prosent av børnunum verða koppsett, so kann verða forðað fyri, at ein tilburður av og á kann gerast til eina farsótt.

 

Nýggjastu tølini hjá danska Serumstovninum vísa, at í 2016 fingu 91 prosent av børnunum í einum árgangi ta fyrru koppsetingina. Bara 85 prosent fáa ta seinnu koppsetingina um fýra ára aldur. Summi gloyma at lata børnini koppseta, og summi foreldur velja koppsetingina frá, sigur danski serfrøðingur við Politiken.