Ov dýrt at sigla til Grønlands

Amerikanska reiðaríið, sum eigur marglætisferðamannaskipið Seabourn Sojourn, umhugsar at strika Grønland úr ferðaætlanini hjá skipinum. Orsøkin er, at grønlendsku myndugleikarnir hava hækkað avgjaldið, soleiðis at tað kostar reiðarínum 525 krónur fyri hvørt ferðafólk at leggja at í Grønlandi. Frammanundan var gjaldið 450 krónur.

Tað ger, at tað er dýrari at leggja at í Grønlandi enn í eitt nú Reykjavík og Keypmannahavn.

-Avgjaldið fer at kosta reiðarínum einar 235.000 krónur, meðan tað tilsvarandi avgjaldið í Reykjavík er 125.000 krónur, sigur ein talsmaður fyri tað amerikanska reiðaríið við grønlendska blaðið Sermitsiaq.

Hann sigur, at um tveir mánaðir fer felagið at gera av, um tað skal strika Grønland úr ferðaætlanini fyri 2011.