Outlandish lendu og avgreiddu á sandinum í Syðrugøtu

Sum fleiri onnur listafólk hetta vikuskiftið  tónleikarar og eisini kendir rithøvundar - hekk Outlandish í leysari luft yvir okkara mjørkaklædda oyggjalandi í tímavís.
 Giv en hånd til vores teknikere, de har ikke sovet i 17 timer!
Eftir eina langa bíðitíð fingu vit á sandinum endiliga Outlandish-hittini at hoyra. Guantanamo, Aisha, Look Into My Eyes og I Only Ask Of God vóru øll á skránni.

Við eini rúgvu av Oh! og Yeah!  sum jú er eitt krav, tá ið talan er um hetta tónleikaslagið  rappaðu og sungu teir tríggir Bachiri, Martinez og Qadri seg gjøgnum sína  sangskrá. Afturat sær høvdu teir bólkin Gypsies, ið taldi 8 mans.
Eftir at hava bíðað í fleiri tímar og eftir at hava ivast í um tað yvirhøvur nakað bleiv av teimum, tyktist tað, sum fólk vóru brynjaði við toli og góðum lag. Uttan iva hevur tað verið ein sonn frøði hjá Outlandish-fjepparunum at fáa boðini um, at flogfarið hjá teimum hevði sett seg har vesturi. Og teir fingu ein góða móttøku eisini undir framførsluni. Gott lív var í fólkinum, og armarnir veittraðu í heilum í takt við teimum á pallinum.
Upprunaliga skuldi bólkurin á pallin kl. 21.00. Ikki fyrr enn klokkan 04.00 streymaði heimshittið, Aisha, út gjøgnum hátalararnar.
Teir í Outlandish hava uttan iva verið sera troyttir, fleiri í teirra ferðaliði høvdu ferðast frá morgunstundini av. Tá ið síðsti tónin varð sligin, var klokkan blivin so mikið nógv, at vit á sandinum ikki kundu vænta okkum nakað eykalag. Teir vóru skjótir av pallinum og inn í eini av sethúsunum nærhendis í bygdini, har teir uttan iva hava fingið sær ein væl til trongdan blund.
Teir tríggir í Outlandish eru uppvaksnir í Pakistan, Marokko og Honuras. Tónleikurin fellur í hiphop-sjangruna og er kryddaður av teirra fleirmentaða uppruna. Tekstirnir er spanskir, danskir, enskir, urdu og á arabiskum. Teir smæðast ikki við at fáast við tung evnir sum heimspolitikk og líknandi.
Vit liva í tíðum har politiskar støður polariserast og mentanir verða mettar fyri at verða innhegnaðar, sum um tær ikki kunnu sameinast. Heimurin verður ofta sæddur í gjøgnum eina avskeplandi glaskúlu, ið leggur eina gjógv ímillum okkum og tykkum. Hesi orð innleiða teigin Biography á heimasíðuni. Men hóast teir siga seg leggja sál í orð og tónleik, so kendist hetta ikki sum ein av teimum heilt stóru tónleikaløtunum fyri yvirritaða.
Tónleikurin hjá Outlandish er væl smurdur og fellur til tíðir væl í oyra. Hetta fekk ein at kenna hendan morgunin. At síggja alla mongdina veipa og klappa við var stuttligt. Rapp og hip-hop-mentanin fangar væl úttrykkið hjá Outlandish. Sjangran tiltalar yvirritaða einki serliga, so lesarin er vælkomin at taka hædd fyri hesum.
Men  enn einaferð  stak frískir tónar av sandinum í Syðrugøtu, hóast tað til tíðir minti um ein avgreiðsluspurning hjá tí troytta bólkinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$---
Guantanamo á Gøtusandi: Mi casa y su casa  Guantanamo / The grass is greener on my side - eh eh eh / And I got all my moros here  Guantanamo / Just me y my familia - eh eh eh