Óttast at missa tamarhaldið

Broytingarnar opna fyri at privatir aktørar sleppa inn í SEV, sigur Heðin Mortensen, sum tí ynskti meiri tíð at viðgera støðuna.

Atkvøðugreiðslan um, hvørt viðtøkurnar hjá SEV skulu broytast, fyri at gera tað møguligt at leggja partar av virkseminum í sjálvstøðug partafeløg, varð útsett til ein eykaaðalfund seinni í ár. Hetta varð gjørt eftir áheitan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, sum umboðar 22 av teimum 67 atkvøðunum á aðalfundinum.

 

- Eg tosaði við nakrar aðrar borgarstjórar í steðginum, og tað tóktist greitt fyri mær, at fleiri teirra vóru eisini í iva um hesa avgerðina, og tí varldi eg, at heita á aðalfundinum um at útseta málið til seinni í ár, greiðir Heðin Mortensen frá.

 

Hann heldur sjálvur, at ov nógv er ógreitt í málinum. Millum annað óttast hann, at ongar ásetingar eru um, hvussu stórur partur av dótturfeløgunum kunnu leggjast í hendurnar á øðrum eigarum enn SEV.

- Hetta opnar fyri møguleikanum, at privatir aktørar gerast partar av virkseminum hjá SEV. Hetta letur hurðar up, men vit vita ikki, hvar tað endar, sigur Heðin Mortensen.

 

- Eitt er givið, og tað er, at eingin gerst partaeigari í einum felag fyri sjarmuna. Eitt partafelag skal jú geva yvirskot, so neyvan er tað brúkarin, sum fær mest burtur úr hesum broytingunum, sigur hann. Hann vísir eisini á, at hvørt partafelag skal hava eina nevnd umframt ein nevndarformann, og hann óttast tí, at útreiðslurnar til nevndarsamsýningar fara at økjast við øgiligari ferð.

 

Heðin Mortensen óttast eisini, at SEV fer at missa tamarhaldið á orkuveitingarøkinum, um alt skal leggjast út í partafeløg.

- Tá kunnu vit eisini seta spurnartekin við, hvar ognarskapurin hjá kommununum er vorðin av. Kommunurnar eiga SEV, men í framtíðini er vandi fyri, at SEV ikki fer at stýra øllum partafeløgunum. SEV er fólksins ogn, og tað skal tað eisini framhaldandi vera, sigur Heðin Mortensen at enda.