Oslo Børs góðkendi Atlantic Petroleum

Nú verða kunnandi fundir og tekning av nýggjum partabrøvum í føroyska oljufelagnum.

Nú verða kunnandi fundir og tekning av nýggjum partabrøvum í føroyska oljufelagnum.

 

Nevndin í Oslo Børs góðkendi í gjár at Atlantic Petroleum kann verða skrásett á Oslo Børs. 

 

Í tíðarskeiðnum fram til 10. desember ber til at tekna nýggj partabrøv í føroyska oljufelagnum Atlantic Petroleum. Tveir almennir kunnandi fundir verða í vikuni. Greitt verður frá sjálvari kapitalhækkingini, komandi skrásetingini á Oslo Børs og framtíðarætlanum hjá felagnum. 

 

Fyrri fundurin verður í Østrøm í Tórshavn, fríggjadagin 6. desember, klokkan 15.30. 

 

Seinni fundurin verður í Løkshøll í Runavík, leygardagin 7. desember, klokkan 13.30. 

 

Atlantic Petroleum er virkið í frálanda olju- og gassvinnuni í Bretlandi, Noregi, Føroyum, Írlandi og Niðurlondum. Felagið framleiðir í løtuni olju og gass úr trimum leiðum í bretska partinum av Norðsjónum. Frá 2015 verður væntandi farið undir at framleiða olju úr eini fjórðu leið í sama øki.

 

Harafturat hevur felagið fleiri leitiloyvi við stórum menningarmøguleikum.  Felagið hevur stórar ætlanir um vøkstur, serliga í Noregi. Tí er ætlanin at útvega 150-200 mió. kr. við at bjóða út nýggj partabrøv. Við at skráseta seg á Oslo Børs væntar felagið at fáa ágóða av tí serkunnleika, sum norska íleggjaraumhvørvið hevur á olju- og gassøkinum.