Orsøkin til Stord-vanlukkuna kemur kanska ongantíð

Tað er óvist, um tað fer at bera til at staðfesta, hví flogfarið hjá Atlantsflogi fór av breytini á Stord, tí vrakið var so illa brent Um nakrar dagar kemur ein fyribilsfrágreiðing frá norsku skaðanevndini um vanlukkuna, tá eitt flogfar hjá Atlantsflogi fór av lendingarbreytini á Stord í Noregi tann 10. oktober í fjør. Tann endaliga frágreiðingin kemur ikki fyrr enn eina ferð næsta ár.

Per Erik Bakke hjá norsku skaðanevndini segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld, at vrakið var so illa brent, at tað fer kanska ongantíð at bera til at staðfesta, hví vanlukkan hendi.