Ormurin mundi snýtt Klaksvíking

10-mannafør: Í kvøld leyp næstan einki av hjá Klaksvíkingi, sum fekk vánaligan start, og sum at enda vann og tryggjaði sær FM heitið

Tað var væl meiri spennandi, tá ið 10-mannaførini í kvøld kappaðust í Klaksvík, enn tað hevur verið nakra av hinum fimm ferðunum.

 

Tað plagar at vera Klaksvíkingur, sum eftir startspurtin er fremstur og síðani støðugt økir um leiðsluna og á málinum er eina bátslongd og onkra ferðina meiri enn tað undan avbjóðaranum.

 

Í kvøld var øðrvísi. Ormurin Langi leyp avstað, meðan Klaksvíkingur ikki tóktist at vera heilt klárur, tá ið startskotið brast.

 

Havnarbáturin gleið beinanvegin meiri enn eina bátslongd aftur um Klaksvíking, meðan Ormurin Langi vann seg tað mesta av einari hálvari bátslongd fram um FM favorittarnar.

 

Klaksvíkingur fótaði sær, og so var spurningurin, hvussu tað fór at vera. Um tað fór at eydnast Klaksvíkingi at vinna seg úr ókendu støðuni, sum tað í summar hevur verið fyri hann ikki at vera fremstur, og um tað fór at eydnast Orminum Langa at halda tørn um leiðsluna, sum hann beinanvegin vann sær.

 

Ormurin Langi helt leingi tørn, og teir vóru øgiliga treiskir umborð á Orminum. Klaksvíkingur royndi og royndi at bjóða av. Munurin minkaði eitt vet og so aftur eitt vet. Men tað gekk øgiliga striltið at taka síðsta hálva skutin.

 

Ormurin Langi var fremstur, tá ið teir fóru undir endaspurtin. Tá rann Klaksvíkingur betur, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Klaksvíkingur stavnin undan.

 

Hetta var vorðið sum sigur á heimasjógvi hjá Klaksvíkingi, ið er einasti bátur í allari FM kappingini, sum undan ólvasøku hevur fult stigatal.

 

Klaksvíkingur tryggjaði sær í kvøld FM heitið. Men kappingin í kvøld vísti, at tað ikki er víst, at FM heitið fer at verða vunnið við fullum stigatali. Tað fæst at síggja á Havnarvág mikudagin.

 

1Klaksvíkingur04:39.48700
2Ormurin Langi – RK04:40.08600
3Havnarbáturin04:59.18500

 

FM støðan

 

1 Klaksvíkingur                  42

 

2 Ormurin Langi                36

 

3 Havnarbáturin                30