Orka fyri miljónir rennur á sjógv

- Higartil er orka fyri nakrar miljónir bara runnin út á fjørðin, sigur Bjarni Petersen í Kollafirði.

 

Bjarni Petersen í Kollafirði sigur, at higartil er orka fyri nakrar miljónir bara runnin út á fjørðin, síðan heita keldan fór at renna í Kollafirði. 

 

Men, hetta hevur Bjarni sjálvur nú gjørt nakað við. Hann hevur lagt slangu gjøgnum ryggirnar í veltuni, sum hann hevur velt. Tá so heita vatnið verður sett til at renna gjøgnum slangurnar, verður hitin leiddur til eplini.

 

Sjálvur væntar Bjarni Petersen, at eplini undir hesum umstøðum fara at veksa skjótt, og hann roknar við, at hann fer at taka upp nýggj epli fyri ólavsøku.

 

- 17 tons av vatni, sum er 27 stig, renna hvønn tíma upp úr heitu kelduni, og hesi tøl hava verið støðug seinasta hálva árið.

 

Sjálvur sigur Bjarni Petersen á sínari facebook-síðu, at talan er um orku fyri nakrar miljónir, sum bara er runnin út á sjógv, síðan funnið varð fram til heitu kelduna.