Fríggjadagin trínur ORKA á meginpall á Eurosonic festival í Hollandi. Hetta er størsti festivalur í Evropa. Fríggjadagin 15. januar klokkan 20.00 trínur ORKA á meginpallin á Eurosonic festivalinum í Groningen í Hollandi. Festivalurin er størsti showcase festivalurin í Evropa, ið á hvørjum ári hýsir heimstónleikaídnaðinum, ið ferðast til Groningen at finna nýggj spennandi tónleikanøvn.
Tó at tað vanliga er torført at sleppa at spæla á Eurosonic, vóru ORKA hepnir, við tað at teir í ár móttóku serliga innbjóðing. Konsertin verður send beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi kring alt Holland.
Afturat vanligu manningini, ið er Jens L. Thomsen, Bogi á Lakjuni, Ólavur Jákupsson, Jógvan Andreas á Brúnni, hevur ORKA eisini fingið Onnu Katrin Egilstrøð, vanliga kend úr Valravn, sum gestasangara.
Meira er at lesa um Eurosonic og ORKA her:
www.myspace.com/orkaonline
www.norderslag.nl