Men so fór jantulógin í sjálvsving, fólkaviljin varð kvaldur, og miðnámsskúlin tvangsfluttur úr Vági. Við ein brest fullu allar ætlanir um samanlegging av oynni til jarðar. Oraklið hevði talað - og demokratiið sett til viks. Og suðuroyingar sleikja enn sárini eftir hesa ódemokratisku framferð.
Nú spøkir oraklið aftur. Hesaferð skal tað ganga út yvir størsta arbeiðspláss í oynni, ogra sjúkrahús her á Tvøroyri. Øll leiðsla skal miðsavnast í meginøkinum, vágbingurin í landsstýrinum. Oraklið, hevur opinbart sett sær ta missión at geva Suðuroynni mønustingin.
Oraklið átti at vitað, at læknastríðið í Klaksvík júst brast á av somu orsøk. Tá vóru norðoyingar settir til viks, og úrslitið gjørdist syndarligt. Men myndugleikarnir fingu ein álvarsligan lærupening, tí ein av avleiðingunum av læknastríðnum var, at sjúrkahúsini í Føroyum aftur fingu hvør sítt stýri.
Góðu Tvøráfólk og suðringar. Stendur tað sleppur Oraklið ikki at kneykra fólkaviljan einaferð enn. Góðu veljarar, landsins myndugleikar mugu læra at ásanna, at demokratiið er líka nógv vert fyri ogum suðuroyingar, sum tað er tað fyri borgarar á meginlandinum.
Gott val.










