Orð ímóti orði um Norðoyatunnilin

Fíggjarmálaráðið sendi í gjár tíðindaskriv út til allar fjølmiðlar fyri at greiða frá hvussu tað og fíggjarmálaráðharrin síggja málið um eykajáttan til vegagerð í sambandi við Norðoyatunlinum. Nú stendur orð ímóti orði

Í tíðindaskrivi, sum Fíggjarmálaráðið sendi fjølmiðlunum í gjár, harmast Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri um, at tíðindaflutningurin um Norðoyatunnilin er farin at snúgva seg um, hvør hevur borið seg skeivt at í sambandi við eina eykajáttan til keyp av jørð til vegagerð, og kemur síðan við einum íkasti afturat í kjakið um hvør tað í veruleikanum er, sum hevur borið seg skeivt at.
Í Sosialinum seinastu tvær vikurnar hava vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm, og fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, kjakast dúgliga um orsøkina til at ein eykajáttan, sum vinnumálaráðharrin fyrr í ár bað fíggjarmálaráðharran um, ikki varð játtað.
- Upplýsingar frá landsstýrismanninum í Vinnumálum, sum Sosialurin ber víðari, kunnu geva fólki ta rangvørgu fatan, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt forðingar í vegin fyri, at umsóknin um peningin til jarðarkeypið er játtað, skrivar Fíggjarmálaráðið, men siterar Karsten Hansen fyri, at hann undir ongum umstøðum hevur lagt slíkar forðingar í vegin.
 
Tíðarfestingar
Eins og vinnumálaráðharrin í farnu viku legði sína útgávu av tíðarfestingunum í málinum alment fram, leggur fíggjarmálaráðharrin nú sína útgávu av tíðarfestingunum fram við tí fyri eyga at prógva, at tað var Vinnumálaráðið, ikki Fíggjarmálaráðið, sum bar seg skeivt at.
Av tíðarfestingunum sæst, at Vinnumálaráðið heili fýra ferðir sendi Fíggjarmálaráðnum skriv um eykajáttan. Fíggjarmálaráðið sigur í tíðindaskrivinum, at eingin av teimum fýra umsóknunum gingu undir kravið um útreiðsluneutralitet, og tí kundu tær ikki játtast.
- Hesar upplýsingar vísa, at umsóknin frá Vinnumálaráðnum kundi ikki gangast á møti. Høvuðsorsøkin er, at umsóknin í síni heild ikki var útreiðsluneutral so, sum reglurnar áseta. Orsøkin er ikki, at eg ella ráðharrastova mín legði forðingar í vegin, verður Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, siteraður fyri at siga.
Harafturat vísir Fíggjarmálaráðið á onnur óheppin viðurskifti í sambandi við eykajáttanarumbønina frá Vinnumálaráðnum.
- Eitt nú kom Vinnumálaráðið við teirri seinastu umsóknini eftir arbeiðstíð tann 27. februar. Hetta var dagin fyri, at uppskotið til eykajáttanarlóg skuldi viðgerast á landsstýrisfundi, sigur Fíggjarmálaráðið
 
 
 
 
 
 
Í BOX:
 
 
Tíðarfestingar Fíggjarmálaráðsins fyri eykajáttanarlóg fyri mars 2003
 
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$20. januar 2003:
Rundskriv um eykajáttanir í 2003 verður sent út, har tíðarfreistir og krøv til útreiðsluneutralitet og viðmerkingar verða ásett. Í rundskrivinum er eisini ásett, at tvey uppskot til eykajáttanarlóg verða løgd fram í Løgtinginum í 2003. Freistin at koma við umbønum um eykajáttan er ásett til ávikavist 10. juni og 14. oktober.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$13. februar 2003:
Á landsstýrisfundi verður avgerð tikin um, at neyðugt er við eini eykajáttanarlóg, serliga orsakað av umbøn um eykajáttan til nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$14. februar 2003:
Fyrsta skriv frá Vinnumálaráðnum, har boðað verður frá, at neyðugt verður við eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin og 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$24. februar 2003:
Annað skriv frá Vinnumálaráðnum, har boðað verður frá, at neyðugt verður við eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin, 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1, 400 tús. kr. til keyp av lendi til vegagerð Borðoyarmegin í sambandi við Norðoyatunnilin og møguliga til eina kærunevnd, sum skal taka sær av málum viðvíkjandi barsilsskipanini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$26. februar 2003:
Triðja skriv frá Vinnumálaráðnum, sum er umbøn um eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin, 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1 og 400 tús. kr. til keyp av lendi til vegagerð í sambandi við Norðoyatunnilin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$27. februar 2003 (kl. 16.08):
Fjórða skriv frá Vinnumálaráðnum, sum er umbøn um eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin, 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1, 400 tús. kr. til keyp av lendi til vegagerð í sambandi við Norðoyatunnilin og 66 tús. kr. til Kunningartænastu á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$28. februar 2003 (kl. 13):
Uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 2003 verður viðgjørt á landsstýrisfundi og latið løgtingsskrivstovuni. Á §6 Vinnumál er umbønirnar um eykajáttan á 4,2 mió. kr. til Vinnuframagrunnin og 300 tús. kr. í inntøku vegna sølu av Ternuni 1 tiknar við.